U20 EM: Vunnu greiðan sigur á Turkalandi

,

U20 EM menn
Føroyar -Turkaland 40-28 (21-14)

Føroysku U20-menninir vunnu, sum væntað, greiðan 40-28 sigur á Turkalandi í EM-bólkaspælinum.

Føroyar komu fram um beinanvegin og øktu spakiliga leiðsluna. Í hálvleikinum førdu Føroyar 21-14.

Venjararnir nýttu høvið at brúka nakrar eykaleikarar, og nærum allir leikararnir skoraðu mál, sjálvt málverjin Ingi Johannesen.

Úrslitið hevur sum so ikki nógv at siga fyri, um Føroyar koma víðari.

Tá ið Serbia og Sveis hava spælt hin dystin í bólkinum seinni í dag, vita vit betri, hvat krevst í seinasta bólkadystinum móti Sveis í ovurmorgin. Tað er tó greitt, at Føroyar má vinna tann dystin, men við hvussu nógvum málum, vita vit ikki enn.

Dysturin móti Sveis verður spældur leygardagin klokkan 17.30. Portalur vísir dystin, sum eisini verður at hoyra á FM1.


Føroyskir málskjúttar

  • Jákup Egholm 8 (11) 73 %
  • Filip Haldansen 7 (7) 100 %
  • Pauli Rasmussen 5 (8) 63 %
  • Rúnar Hammer 4 (7) 57 %
  • William Djurhuus 3 (5) 60 %
  • Lýðar Í Dímun 3 (3) 100 %
  • Helgi Halldórsson 2 (2) 100 %
  • Magnus Árason 2 (2) 100 %
  • Jón Midjord 2 (2) 100 %
  • Julian Joensen 1 (1) 100 %
  • Ingi Johannesen 1 (1) 100 %
  • Fríði Í Innistovu 1 (2) 50 %
  • Jógvan Lamhauge 1 (6) 17 %
  • Torkil Dahl 0 (1) 0 %
  • Erling Erlendsson 0 (0) 0 %

Málverjar

  • Bjarni Jacobsen 11 (29) 37.93 %
  • Ingi Johannesen 3 (13) 23.08 %

Dystartøl á heimasíðuni hjá EHF >>