U20 EM: Fraklendingar vóru ov sterkir

,

U20-hondbóltsmenninir hjá Føroyum fylgdu við Fraklandi eina lítla løtu í EM.dysti í gjár. So dróg Frakland frá og vann ein greiðan 38-23 sigur.

Føroyar høvdu nakrar góðar løtur, men nógvir feilir kostaðu nógv. Í hálvleikinum var støðan 19-14.

Í seinna hálvleiki fall føroyska spælið saman, og fraklendingar øktu støðugt. Munurin vaks til 15 mál.

Føroyskur toppskjútti var Jákup Egholm við 5 málum.

Føroyar spæla í klokkan 17.30 móti Týsklandi. Dysturin verður vístur á Portalinum og sendur á FM1.

Frammanundan dystinum er greitt, at Føroyar enda á fjórða plássi í meginbólki I.

Dystartøl á heimsíðuni hjá EHF >>