U20 bukaðir av Sveis – Komu kortini víðari

,

Longu undan seinasta dystinum í bólkaspælinum í U20‑EM móti Sveis var greitt, at Føroyar komu víðari í millumumfarið, tí Koratia tapti óvæntað móti Turkalandi.

Eftir eina góða byrjan hjá Føroyum, kom Sveis skjótt nøkur mál fram um, og so var ongantíð nakar sum helst ivi um, hvør fór at vinna.

Sveis bukaði Føroyar av. Eftir støðuna 18-12 til Sveis í hálvleikinum, bara økti Sveis eftir stegðin.

Endin var, at Føroyar taptu so nógv sum 40-23

Føroyar hava sostatt einki stig við sær í millumspælið, meðan Sveist hevur tvey.

Føroyar skulu nú spæla móti Fraklandi mánadagin klokkan 15
og Týsklandi týskvøldið klokkan 17.30.