
Tórshavn Marathon verður í dag runnið í Havnargøtum, inn eftir Kaldbaksfirði og til Kaldbaks. Byrjað verður niðri í Vágsbotni klokkan 13.00.
Umleið 700 rennarar fara at renna teir fimm teinarnar, 180 teirra marathon.
Hinir teinarnir eru hálvt marathon renning, hálvt marathon til gongu, 10 kilometrar og 5,5 kilometrar.
Fremstu føroyingarnir í Marathon verða føroyameistarar.
Í ár eru 354 útlendskir rennarar úr 33 londum við í Tórshavn marathon.
Týskarin, Raoul Jankowski, setti rutumetið í 2022, tá ið hann brúkti 2 tímar 35 minuttir og 11 sekund um teinin. Hann er við aftur í ár.
Runnið verður úr Vágsbotni, yviri við Strond, eftir Ringvegnum niðan til R.C. Effersøesgøtu, oman til Skansan og so aftur yviri við Strond, Hvítanesvegin og norðureftir.
Vendipunktið til hálvt marathon er beint áðrenn Sund og tey, sum renna heilt marathon, renna til Kaldbaks og sama veg heim aftur. Komin til krossin Hvítanesvegur/Ringvegur, skal aftur rennast yviri við Strond og so beina leið oman í Vágsbotn.
Ítróttafelagið Bragdið skipar fyri Tórshavn Marathon. Eini 100 sjálvboðin hava fyrireikað tiltakið.
Tórshavn Marathon hevur verið runnið síðan 2003. Men var avlýst í 2020 og 2021 av koronasmittuni.
Her ber til at síggja Tórshavn marathon ruturnar og frá klokkan 13.00 fylgja við júst, hvar rennararnir eru: https://luttaka.com/event/tm2026/map
