
Á myndini sæst, at hýrurin var frálíka góður í góðveðrinum uttan fyri Anfield, tá ið eg fyri einum lítlum ári síðan ári síðan var eg so heppin at vera til staðar á Anfield saman við øðrum limum í Liverpool Føroyum, tá ið Liverpool hølvaði Tottenham av og tryggjaði sær meistaraheitið. Størsta fótbóltsupplivilsi í lívinum.
Nú ellivu mánaðir seinni var Tottenham aftur á vitjan, og við dystarlok hoydust buhróp frá heimaáskoðarunum og fleiri vóru longu rýmdir.
Ja, eitt ár er sanniliga long tíð í fótbólti.
Sannførandi meistaraheiti
Arne Slot megnaði upp á hugtakandi máta at taka yvir eftir Jürgen Klopp. Ein nærum ómøgulig uppgáva, men smílandi niðurlendingurin førdi okkum sannførandi í meistaraheitið í fyrstu roynd.
Serliga fyrsti partur av kappingarárinum 2024/25 var framúr góður. Salah var betri enn nakrantíð og Van Dijk sá framvegis út sum ein unglingi.
Út á várið sóu tó fyrstu tekini upp á veikleika og troyttleika. Salah skoraði næstin ikki aftur, eftir at Ramadan byrjaði og er ongantíð komin á toppin aftur. Liverpool tapti finaluna í League Cup móti Newcastle og var sligið úr Champions League av PSG.
Meistaraheitið kundi tó eingin røra, og vónirnar vóru sera góðar til hetta kappingarárið.
Skuldi tað eydnast?
Niðurteljingin til kappingarárið gjørdist tó øðrvísi enn vanligt. Lokala hetjan Trent Arnold valdi at skifta til Real Madrid.
Og júst tá ið liðið skuldi møtast aftur til venjing í juli, frættust syrgiligu tíðindini, at Diogo Jota hevði latið lív í syrgiligari ferðsluvanlukku í Spania.
Frískir vindar fuku eisini inn yvir Anfield. Evnaríkasti týski leikarin í mong harrans ár, Florian Wirtz, valdi Anfield fram um Bayern, og beint áðrenn flytingarvindeyga lat aftur, kom ein tann besti áleyparin í Premier League, svenski Aleksander Isak, til Liverpool eftir eina flytingarsaga, sum vardi allan summarfrítíðina.
Inn komu eisini Hugo Ekitike, so heilt frammi sá heilt gott út, hóast eisini Diaz og Nunez fóru út gjøgnum hurðina.
Eg og flestu onnur viðhaldsfólk lótu okkum bergtaka av keypunum av stjørnuleikarunum Wirtz og Isak. Nøkur vóru tó, sum vístu á, at her vóru ov stórar broytingar, og at javnvágin á liðnum ikki var nóg góð, serliga tá ið tað misseyndaðist at heinta sterka miðverjan, Marc Guéhi, úr Crystal Palace.
Skuldi tað fyri fyrstu ferð í mong harrans ár eydnast Liverpool at endurvinna meistaraheitið?
Slot finnur ikki upp á nakað nýtt
Dreymurin livdi í fimm umfør. Fult stigatal hóast trilvandi spæl, og tað kundi næstan bara gerast betri.
Men vit mugu nú staðfesta, at tað ongantíð gjørdist betri. Trilvandi verjuspæl kostaði nógv, og vit taptu dystir í seinastu løtu í staðin fyri at vinna teir.
Ótrygga verjuspælið smittaði, sum frá leið, alt liðið, og spælið gjørdist alsamt meira óáhugavert at hyggja eftir.
Fyrstu tíðina hjá Slot við lítlum broytingum frá spælistílinum hjá Klopp riggaði alt sera væl. Hini liðini lótu seg lokka fram, tá ið bólturin varð spældur seigliga millum okkara miðverjar, Van Dijk og Konate. Tá ið hini liðini so komu fram, varð bólturin spældur til Gravenberch, sum í nýggjum leikluti á miðvøllinum vendi sær og setti ferð á við beinari kós frameftir, og har frammi var Salah óstýriligur.
Hetta vardi til fyrst í mars í fjør, og so steðgaði alt brádliga upp. Hini liðini lótu seg ikki longur lokka fram av seigliga samanspælinum millum okkara miðverjar. Salah steðgaði upp, og Slot hevði onga aðra spæliætlan at seta í staðin.
Og Slot hevur framvegis ikki funnið eina nýggja spæliætlan. Enn rulla vit bóltin spakuliga millum miðverjarnar, og hini liðini liggja bara og bíða til vit gera eina vánaliga sending.
Seint spæl, skroypiligt lið og nógvir persónligir feilir
Okkara leikarar komu heldur ongantíð inn til kappingarárið.
Saknurin í Jota hevur sjálvandi sett síni spor í hópin upp á allar mátar.
Skapandi fóturin hjá Trent Arnold hevur eisini manglað, og kanska sakna vit sjálvt eisini verjueginleikarnar hjá Trent, tí teir sum hava spælt á hansara plássi hetta kappingarári, hava í hvussu er ikki vart betri enn hann, hóast hann altíð fekk harðan kritikk fyri sítt verjuspæl.
Eisini mugu vit ásanna, at Luis Diaz helst hevði størri týdning fyri liðið enn flestu okkara hildu. Tey flestu hildu í summar, at tað var í lagi at selja hann, serliga tí tað frættist, at hann ikki vildi leingja sáttmálan. Men í bakspegilinum hevði helst verið best at latið hansara sáttmála gingið út.
Soleiðis er kappingarárið farið. Ótryggleikin hjá serliga Konante hevur breitt seg til alt liðið, og tað er ógvuliga løgið, at síggja so góðar leikarar spæla so seint og duga so illa at spæla saman undir trýsti.
Og so eru tað allir hesir forbannaðu persónligu feilirnir, sum nærum hvønn einasta dyst kosta mál og stig. Og tað er ikki bara Konate. Nei, nærum allir leikarar síggja út til at gera ófyrigeviligar feilir, sjálvt Van Dijk, sum plagdi at vera okkara álit.
Onkrir lítlir glottar hava verið, men eg minnist bara ein ordiliga góðan dyst, sum var móti Real Madrid á Anfield.
Hinir dystirnir hava nærum allir verið píniligir at síggja, og einasta orsøkin til at nøkur úrslit eru komin í hús, er, at vit hava so mikið góðar leikarar, at teir kortini hava klárað at avgjørt fleiri dystir.
Tíðin eru um at renna út
Seinastu dystirnar hevur so verið heilt galið. Slot hevur framvegis ikki funnið nýggjan spælimáta, og liðið so skroypiligt í øllum ketum, at liðið til eina og hvørja tíð kann skrambla saman.
Tað er vorðið keðiligt at hyggja eftir Liverpool, og spælið gongur so seint, at tað ber ikki til hjá leikarunum at vera kreativir.
Szoboszlai og kanska Allison og Eketeke eru einastu leikarar, sum um kunnu vera nøkulunda nøgdir við sítt avrik, og so eisini ungi Rio Ngumoha, sum í løtuni er einasti álopsleikarin, sum undirheldur okkum, so vit tíma at hyggja eftir okkara kæra liði.
Champions League hetta kappingarárið verður torført. Møguliga klára vit Galatasary í kvøld. Men tað er sera trupult at síggja, hvussu hetta skroypiliga liðið uttan sjálvsálit kann gera nakað sum helst við PSG, sum bíðarí fjórðingsfinaluni.
Í FA-cup er sjálvandi møguleika at koppa City í næsta umfarið, tí teir nytta heldur einki, men við verandi óstabiliteti er sera forført at ímynda sær at vit náa finaluni.
So eru bara plássini í Champions League komandi kappingarárið eftir at spæla um. Og hóast vit spæla av h…… til, so er møguleikin avgjørt til staðar, tí toppliðini í Premier League hava ikki verið so vánalig, síðan Leicester heilt óvæntað gjørdist meistari.
Alonso bíðar í summar
Nú gjørdist hetta ógvuliga svartskygt, og vónandi gongur betri enn eg stúri fyri.
Men tað má venda skjótt, tí tá ið viðhaldsfólkini ikki tíma meira, rýma áðrenn dystirnir eru lidnir og buha eftir venjara og liði eftir dyst, so er tíðin hjá Slot um at renna út.
Sjálvur vóni og vænti eg, at Xabi Alonso avloysir Slot í summar, og ein annar møguleiki, sum er nevndur, er, at Luis Enrique vil hava aðrar avbjóðingar enn at endurvinna franska meistaraheitið við PSG á hvørjum ári.
Men hvør veit? Kanska vendur streymurin. Livst og spyrst.
Í kvøld fara eg saman við vónandi nógvum Liverpoolfjepparum í nýggja hølli hjá Liverpool Føroyum í Klubbanum at síggja okkara menn spæla European Night móti Galatasaray.
You’ll never walk alone
