
Tað kókaði á og uttanfyri Anfield sunnudagin 27. apríl 2025. Í fagrasta sólskynsveðri vunnu Liverpool og Arne Slot 20. meistaraheitið í søgu felagsins.
Eitt ár seinni er Arne Slot sendur til hús eftir eitt misseydna kappingarár.
Meistaraheitið kunnu vit ongantið taka frá honum, og hann skal fáa allan tann heiður hann hevur uppiborið fyri meistaraheitið, sum hevur verið alt ov sjáldsamt seinastu 35 árini.
Taktiskt snildni við fáum broytingum gjørdi Liverpool til meistarar 2025. Men eftir nógvar broytingar seinasta summar fótaði liðið sær ongantíð aftur, og tað var heldur ongantíð nakað, sum bendi á, at Slot fór at megna at venda keðiligu gongdini.
Slot hevði verið undir stórum trýsti frá byrjan næsta kappingarár. Nú verður tað í staðin onkur annar venjari, sum verður undir stórum trýsti.
Spaniólin, Andoni Iraola, verður mettur at vera besta boðið. Hann hevur við undirhaldandi og orkumiklum fótbólti gjørt Bournmouth til eitt topplið í Premier League, sum mundi tikið plássið í Champions League frá okkum. So er spurningurin bara um hann klárar at taka stigið upp at venja eitt av heimsins størstu feløgum. Tað er nógvir venjarar, sum ikki hava klárað tað.
So kunnu vit eisini droyma stórt um Luis Enrique ella uppaftur størri um Pep Guardiola ella kanska, at Ulla ynskir at flyta aftur til Merseyside. Tað hendir neyvan nakað av hesum, og væntandi skulu vit ikki bíða leingi, so frættist hvør skal stjórna okkara monnum næsta kappingarár.
Úrslit kann eingin garantera. Men vit kunnu í minsta lagi forlanga meira undirhaldandi fótbólt, sum vit tíma at hyggja eftir.
