Á myndini sæst venjarin hjá Føroyum, Claus Mogensen, sum væl skiljandi er sera glaður, errin og rørdur, tá ið føroyska hondbóltskvinnurnar høvdu spælt seg víðari í millumspælið í HM-endaspælinum við at vinna greitt 36-25 móti Paraguai.
Og tað kann lættliga gerast enn betri hjá føroysku kvinnunum.
Um hugt verður eftir stigatalvuni í Millumbólki 3, so er als ikki óhugsandi at Føroyar kunnu spæla seg í fjórðingsfinalunar.
Les eisini: Føroya døtur spældu seg til Dortmund
Nummar 1 og 2 koma koma víðari í fjórðingsfinalurnar.
Týskland hevur 4 stig við sær í Millumbólk 3. Spania, Svartfjallaland, Føroyar og Serbia hava 2 stig. Og Ísland einki.
Føroyar skulu spæla móti Týsklandi, Serbia og Íslandi.
Týskland verður helst ein ov stórur biti, Serbia hevur umleið somu styrki sum Spania og tað er ikki langt síðan vit vunnu á Íslandi.
Tað skuldi sostatt ikki verið óhugsandi, at Føroyar kunnu vinna móti bæði Serbia og Íslandi.
Hendir tað, verða okkara røsku kvinnur ikki langt frá fjórðingsfinalunum, alt eftir hvussu hini úrslitini í Millumbólki 3 laga seg.
Hetta verður ógvuliga spennandi.
Stigatalva – Millumbólkur 3
| S | V | J | T | + | – | +/- | Stig | |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Týskland | 2 | 2 | 0 | 0 | 63 | 45 | +18 | 4 |
| Spania | 2 | 1 | 0 | 1 | 56 | 53 | +3 | 2 |
| Svartfjallaland | 2 | 1 | 0 | 1 | 58 | 58 | 0 | 2 |
| Føroyar | 2 | 1 | 0 | 1 | 54 | 57 | −3 | 2 |
| Serbia | 2 | 1 | 0 | 1 | 47 | 57 | −10 | 2 |
| Ísland | 2 | 0 | 0 | 2 | 51 | 59 | −8 | 0 |
Dystir
Týsdag 2. desembur 2025 – Westfalenhallen, Dortmund
- Týskland – Føroyar
- Spania – Serbia
- Ísland – Svartfjallaland
Hósdag 4. desembur 2025 – Westfalenhallen, Dortmund
- Serbia – Føroyar
- Svartfjallaland – Týskland
- Ísland – Spania
Leygardag 6. desembur 2025 – Westfalenhallen, Dortmund
- Spania – Týskland
- Svartfjallaland – Serbia
- Føroyar – Ísland

