Rói á Skipagøtu skal spæla við Aarhus Håndbold

Landsliðsleikarin í hondbólti, Rói Ellefsen á Skipagøtu, skifitir í summar til Aarhus Håndbold, sum í løtuni er við uppflytingarstríðnum úr næstbestu donsku deildini.

22 ára gamli hoyvíkingurin hevur í trý ár spælt við Hallby í bestu svensku deildini.

Hallby er í løtuni nummar 12. Rói hevur hetta kappingarárið skotið 90 mál í 20 dystum.