
Meistaradeildin menn
NSÍ – HB 2-1 (1-1)
NSÍ reisti seg í kvøld aftur eftir ósigurin fyri B36 seinasta vikuskiftið..
Michal Przybylski var stóri maðurin í Runavík í kvøld, og skoraði bæði málini fyri NSÍ í 2-1 sigrinum móti HB, sum hevur fingið sera vánaliga byrjan upp á kappingarárið, nú ein triðingur av kappingini er spældur.
Fyri HB byrjaði dysturin akkurát, sum tað, íð ofta eyðkennir lið, sum eru kreppu. Í nógva vindinum við Løkin tyktist verjan hjá HB ótrygg, og hevði sera torført við at spæla seg út úr egnum brotsteigi, og í heila tikið torført við at rudda burtur.
Og longu í fjórða minutti gekk galið hjá HB, tá ið Marius Kryger Lindh sendi ein flatan bólt inn fyri úr høgru síðu, og undir málinum var Michal Przybylski , sum so ofta á rætta stað og beindi bóltin hegnisliga í málið við hælinum.
Eftir málið hevði HB meira spæl. Men eins og nógvar aðrar dystir, høvdu teir sera trupult við at skapa møguleikar.
Stríðsviljan var har, teir royndu at trýsta høgt á vøllinum, men tá ið kom til stykkis, so manglaði neyvleikin í sendingunum millum leikararnar, og harafturat var bólturin heldur ofta spældur aftur eftir, tá ið møguleiki var at fara móti málinum.
HB kom tó í dystin aftur, tá ið ungi norðmaðurin Storm Pettersen skoraði eftir at Daniel Obbekjær hjá NSÍ gleið í egnum brotsteigi.
Hóast líkindini gjørdu, at tað ikki var nógv samanhangandi fótbóltsspæl, so var tað NSÍ, sum var tað betra liðið og hevði meira tamarhald á sínum spæli.
Brandur Olsen var aftur mitt á miðjuni, og tað er ein fragd at síggja, hvussu væl hann finnur viðleikararnar við einføldum sendingum, og sum oftast til ein leikara, sum hevur pláss at arbeiða víðari við bóltinum.
HB’ararnir stríddust tó væl, og lærdu av teimum mongu mistu bóltinum fyrst í dystinum, og valdu í staðin at sparka bóltin langt fram á vøllin, og tað gav viðhvørt pláss og eina ávísa hóttan móti málinum hjá NSÍ.
HB hevði tó framhaldandi torført við, at halda bóltin , og serliga mitt á miðjuni mistu leikarar, sum Dan í Soylu, Noah Mneney og Eivind Restorff Mouritsen nógvar bóltar í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki hevði NSÍ vindin undan og HB í móti. Bólurin var eisini næstan bara á hálvuni hjá HB allar teir fyrstu minuttirnar.
Fimm minuttir eftir steðgin, sendi Jann Benjaminsen eitt gott fríspark innfyri úr vinstru síðu, og verjan hjá HB svav, meðan Michal Przybylski á øðrum sinni beindi bóltin í málið aftanfyri Bjarta Mørk.
NSÍ hevði gott tamarhald á dystinum løtuna eftir málið. Men so við og við megnaði HB at koma í nøkur góð álop. Heðin Hansen vann nógv á miðjuni, og Noah Mneney fór brádliga at renna meira fram eftir við bóltinum í staðin fyri bara at spæla tvørtur um og aftur eftir.
Besti møguleikin kom eisini , tá ið Noah dreiv fram eftir miðum vølli við bóltinum, fann Mathias Voss við einari neyvari sending. Men málverjin hjá NSÍ, Tom Amos, læs støðuna væl, og megnaði at gera skotvinkulin hjá Voss so lítlan, at hann bjargaði.
Heilt móti endanum vóru eisini onkrar vandamilar støður framman fyri málið hjá NSÍ, men veruliga vandamikið var sjáldan.
NSÍ vann ein uppibornan sigur, og teir eru nú fremst í Meistaradeildini, í hvussu er til B36 tekur móti KÍ í annaðkvøld.
Í HB kunnu teir fyri stóran lut vera nøgdir við striðsviljan. Men tað manglaði neyvleiki í báðum endum til veruliga at bjóða NSÍ av.
