Skaðin í økslini heldur fram at arga Elias á Skipagøtu, og sambært handball-world.news er óvist nær hann spælir aftur. Tað merkir millum annað, at hann ikki verður við avgerandi HM-undandystunum hjá Føroyum móti Bosnia-Hersigovina mitt í mei.
Elias hevur spælt 22 av 28 dystum fyri THW Kiel hetta kappingarárið og hevur skorað 152 mál og spælt upp til 70.
Skaðin í økslini hevur argað leingi, Hann sat yvir nakrar dystir í desembur. Men spældi fyri Føroyar í EM-endaspælinum í Oslo.
Síðan var hann burtur fleiri dystir hjá Kiel, áðrenn hann gjørdist toppskjúti í dysti móti HSV Hamburg herfyri.
Men skaðin fór ongantíð burtur, og nú sigur Elias við handball-world.news, at hann má halda fullkomiligan steðg fyri at fáa skaðan burtur.
Kiel má tí klára seg uttan sínu stjørnu í avgerandi dystunum í Bundesliguni og EHF European League.
