HM-endaspæl, bólkur D , SWT Arena í Trier í Týsklandi
Svartfjallaland – Føroyar 32-27 (15-13)
Súna Krossteig Hansen skoraði fyrsta føroyska málið í einum HM-endaspæli nakrantíð, tá ið hon javnaði til 1-1.
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skoraði tvey mál av høgra veingi og Pernille Brandenburg skoraði upp á tvey brotskøst
Tað var byrjanin til, at Føroyar komu væl í gongd í HM, og Føroyar førdu bæði 5-3 og 6-4.
Svartfjallaland kom tó skjótt í gongd, og ta einu løtuna var verjan hjá Føroyum sera opin og Svartfjallaland hevði lætt við at koma gjøgnum og spæla inn til strikuna.
Føroyar fóru eisini at brenna fleiri skot, og tær gomlu syndirnar at brenna av veingjunum og at brenna brotskøst komu fram aftur.
Eisini høvdu Føroyar torført við at fáa spælið at koyra, og fleiri hálvvánaligar og vánaligar sendingar tóku ferðina av nógvum álopum..
Føroyar komu tó fyri aftur, og tað var serliga takka verið Annika Fríheim Petersen, sum kom inn í malið og hevði fleiri góðar bjargingar.
Í hálvleikinum var støðan 15-13 til Svartfjallaland.
Í seinna hálvleiki dróg Svartfjallaland spakuliga frá Føroyum.
Kortini var føroyska spælið sum ógvuliga og gott, og Føroyar komu sum oftast rímiliga lættlig til góðar møguleikar, men sum so ofta fyrr, so kostaðu brend skot nógv.
Rakul Wardum kom inn í málið aftur og hevði fleiri góðar bjargingar, men ótalið av brendum møguleikum gjørdi heilt einfalt, at vit ikki komu inn í dystin aftur.
Málverjin hjá Svartfjallalandi, Armelle Kelly Attingre, tók heilt einfalt pippið frá Føroyum, og so at siga allir føroysku leikararnir brendu púra leysar møguleikar.
At enda vann Svartfjallaland 32-27, men tað kundi saktans havt verið øðrvísi, um skotini vóru neyvar. Okkara røsku gentur vístu, at tær megna at spæla móti teimum heilt góðu londunum í heiminum, og tað má geva góðar vónir til komandi
HM-endaspæl, bólkur D
Svartfjallaland – Føroyar 32-27 (15-13)
Føroyar
- Pernille Brandenborg 8/13 62%
- Súna Hansen 4/8 50%
- Jana Mittún 4/7 57%
- Rannvá Olsen 3/5 60%
- Liv Poulsen 3/7 43%
- Elsa Egholm 2/2 100%
- Maria Nólsoy 2/2 100%
- Anna Elisabeth Weyhe 1/3 33%
- Karin Egholm 0/2 0%
- Lív Zachariasen
- Marianna Eystberg
- Vár Zachariasen
- Marita Mortensen
- Bjarta Johansen
- Annika Petersen (má) 8/19 (45%)
- Rakul Wardum (má) 6 /26) (23%)
2 minuttir: Pernille Brandenburg 2 og Lív Zachariassen

