Ongland yvirlivdi kókandi pottin á Azteca

,

Azteca leikvøllurin kókaði av orku, tá ið 87.000 áskoðararnir, harav 5000 enskir, sóu áttandapartsfinaluna millum Meksico og Ongland. Teir gjørdust eisini vitni til ein frálíkan, orkufullan og heningaríkan dyst.

Meksiko hevði vunnið 26 dystir á rað á Azteca og tað er væl skiljandi, tá ið tú sá, hvussu viðhaldsfólkini við sínari orka lyftu sínar kosnu menn í hesum søguliga leikvølli.

Í tunnu luftini í 2000 metra hædd á meksikanska háslættanum setti Mekisko fulla ferð á og helt ferðina allan fyrra hálvleik.

Ongland stóð tó í móti, og tá ið 36 minuttir vóru spældir fór Ongland í skjótt mótálop, sum endaði við, at Bukaya Sako legði bóltin inn fyri í høvdið á Jude Bellingham og var 1-0 til Ongland.

96 sekund seinni skoraði Bellingham aftur. Tey flestu væntaðu, at Harry Kane fór at skjóta, men hann legði bóltin tvøtur um málið til Bellingahm, og so var 2-0.

Meksiko fall tó ikki í fátt, men setti bara enn meira ferð á. Eftir eitt bíligt fríspark kom bólturin innfyri, og har hamraði Julián Quiñones ein leysan bólt upp undir nettakið.

Seinni hálvleikur helt fram við somu ferð. Jarell Quansah hjá Onglandi fekk púra rætt reytt kort fyri eina ljóta takkling, Men løtu seinni var tað Anthony Gordon, sum vann Onglandi eitt brotsspark, sum Kane setti í málið.

Upp aftur eina løtu seinni gjørdi Kane sjálvur eitt brotsspark, sum Raúl Jiménez sendi í málið. So stóð 3-2 til Ongland.

21 minuttir pluss tað leysa var eftir. Meksiko koyrdi á, men orkan var ikki tann sama sum fyrr í dystinum, og teir megnaðu ongantíð veruliga at leggja ógvusligt trýst á verjuna hjá Onglandi.

Ongland reið stormin av sær, og vann ein rimmar sigur á leikvøllinum, har teir fyri 40 árum síðan taptu fyri Argentina og Maradona.

Ongland møtir nú Noregi í fjórðingsfinaluni 11. juli.

Síggj hæddarpunkt frá øllum dystunum í HM >>