Ongland á knøunum – Bellingham bjargingarmaður

,

Noreg og Ongland spældu eina góða fjórðingsfinalu í HM í kvøld.

Ongland var leingi betri, men skapti ongan veruligan møguleika.

Tá ið so Noreg einaferð kom longri fram á vøllin eina løtu, var meira bit í, og Andreas Schjelderup hamraði bóltin sera flott í málið úr spíðskum vinkli.

Tað var ikki nógv sum bendi á, at Ongland fór at javna fyri hálvleik. Men Jude Bellingham er sera væl fyri hetta HM-endaspælið, og tá ið Anthony Gordon slap at reka seg leysan í vinstru síðu, og leggja bóltin í føturnar á Bellingham, tók Real Madrid-leikarin eitt gott trekk framvið norsku verjuni, og setti bóltin í málið úr spíðskum vinkli.

Í seinna hálvleik var Noreg leingi betri, og eftir hornaspark høvdu teir eisini bóltin í málinum. Men eftir langa tíð og VAR-døming, valdi dómarin at kolldøma málið, tí Elliot Anderson lat seg detta sera lætt, tá ið Erling Haaland skumpaði hann eitt sindur.

Noreg helt fram at trýsta Ongland langt frammi á vøllinum, og eftir eitt annað hornaspark skallaðu norðmenn á yvirleggjaran, tá ið Jordan Pickford ikki klárðai at boksa bóltin burtur.

Hóast Ongland hevði okkurt gott álop, so var Noreg nógv best allan seinna hálvleik.

Bukayo Saka, sum kom inn í hálvleikinum, var vandamiklasti maðurin hjá Onglandi fram eftir vøllinum, og einaferð breyt hann gjødnum høgrumegin í brotsteiginum, og inni fyri málið, fekk ein norðmaður við neyð og deyð sparkað bóltin til hornaspark

Í longdu leiktíðini var Bellingham aftur upp á spæl. Norski málverjin, Nyland, helt ikki einum langskoti, so so var Bellingham fyrstur á bóltinum.

Noreg trýsti eftir javnandi málinum, Onglan fekk kolldømt eitt brotsspark, og spenningurin var stórur.

Erling Haaland orkaði ikki meira og varð skiftur út, og hóast Noreg royndi og royndi at spæla seg til málmøguleikar, so eydnaðist tað ikki, og tí verður tað Ongland, sum skal spæla hálvfinalu móti Artentina ella Sveis, sum spæla um eina løtu.

Norðmenn kunnu fara stoltir heim. Í kvøld vóru teir minst líka góðir sum Ongland, og sum heilt hava norðmenn spælt góðan fótbólt hetta HM-endaspælið, væl kryddrað við stórskjúttanum og superstjørnuni, Erling Haaland.

Síggj hæddarpunkt frá øllum dystunum í HM >>