Óli Mittún skoraði fimm ferðir, tá ið GOG í Champions League vann 36-31 á RK Zagreb í Kroatia.
Álopsspælið hjá GOG koyrdi sera væl, og teir komu fram um beinanvegin og førdu heili 19-11 í stegðinum.
Kroatar hava tapt allar sínar fimm dystir í bólkinum. Við sigrinum er GOG nú javnt við PSG og Pick Szeged, sum eisini hava vunnið tvær ferðir. Magdeburg og Barcelona eru fremst og tykjast á beinari kós í fjóringsfinalurnar.
Átta lið eru í hvørjum av teimum báðum bólkunum í Champions League. Tvey tey fremstu koma beinleiðis í fjóringsfinalurnar, meðan nummar trý til sekst skulu spæla playoff-dystir.

