Ókendi skotin vann hjørtuni á Anfield við ikoniskum rennitúri

Flestu viðhaldsfólk hjá Liverpool mundu ivast eitt sindur, tá ið ein nærum ókendur 23 ára gamal skotskur vinstri bakkur var keyptur bíliga frá Hull á sumri 2017.

Men tá ið hann ein januardag í 2018 við einum ikoniskum rennitúri(sæst niðast í greinini) trýsti alla verjuna hjá Manchester City í botn púra einsamallur, vóru viðhaldsfólkini á Anfield seld. Liverpool vann 4-3, og restin er søga.

Andy Robertson gjørdist skotin á liðnum, og tann sannroynd er framvegis galdandi, at Liverpool ongantíð hevur vunnið enska meistaraheitið uttan ein skota á liðnum.

Tvey meistaraheitið, eitt Champions League og fleiri onnur steyp hevur Robertson vunnið við Liverpool, nú hann í summar gevst í mest vinnandi felagnum í enskum fótbólti..

Í dag verður Robertson roknaður sum eitt tað besta keypið hjá Liverpool í nýggjari tíð, og hann hevur verið ein týðandi lutur í góða tíðarskeiðnum seinastu árini.

Ikoniskur stríðsvilji

Tað eru løtur, sum ikoniski rennitúrurin móti Manchester City, ið lýsa Robertson best.

Ein onnur ikonisk løtu hjá Robertson, var tá hann í bragdinum í Champions League móti Barcelona í 2019 gjørdi, at Lionel Messi misti tamarhaldið, tá ið Robertson við sínum klassiska, skotska stríðsvilja nærum beit seg fastan í argentinsku superstjørnuna. Og ikki nokk við tí, at gav eisini Messi ein lítlan undir vangan, men slapp tíbetur undan reyða kotinum. Tað var Robertson, sum vit kenna hann best.

Teir kollveltu bakkplássið

Robertson hevur ikki nakran framúr bóltførleika, og hann skarðar ikki burturúr í sparkiførleika. Men hann hevur altíð verið óttaleysur, ágrýtin og klárur at fara um fjøll fyri liðið. Tað var nakað sum hóskaði væl til spælimátan hjá Klopp, og nakað, sum Anfield elskaði.

Saman við Trent Alexander‑Arnold gjørdist Robertson eisini ein partur av eini kolvelting á bakkplássinum. Teir vóru ikki longur bara verjuleikarar, men minst líka nógv ella meira skapandi leikarar, sum vóru grundarlagið undir eyðkenda og undirhaldandi álopsspælinum undir Klopp.

Teir báðir hava tikið øll met í enskum fótbólti fyri at leggja upp til mál av bakkplássinum. Robertson hevur lagt upp til 60 og bara Trent er framman fyri við 64.

Fólksligur leiðari og fyrimynd

Robertson var eisini ein av teimum, sum bar felagið uttan fyri vøllin. Hann gjørdist partur av leiðslubólkinum undir Klopp, og Arne Slot gav honum varaliðskiparabandið, hóast hann ikki longur var fyrsta val í vinstru síðu.

Hann er tann, sum kundi fylla skiftirúmið og skapa gott lag, men samstundis krevja meira av øllum.

Seinasta árið hevur Robertson ikki spælt so nógv, men tá ið hann hevur fingið møguleikan, hevur hann víst, hvat tað er, vit koma at saknað, nú hann gevst

Í sigrinum í FA Cup‑sigrinum móti Wolves í mars skoraði hann, og kom við eini áminning um, hvat vit koma at sakna. Eisini legði upp til eitt annað mál.

Endin á einum tíðarskeiði

Í summar skiljast leiðirnar hjá Liverpool og Robertson. Harvið kemur eitt tíðarskeið at enda. Hann hevur í skrivandi løtu spælt 373 dystir fyri felagið.

Sum hart arbeiðandi leikari hevur hann passa sum fótur í hosu í mentanina í arbeiðarabýnum Liverpool, har fólki søguliga hevur stríðst fyri seg og sínum

Robertson kom sum ein ókendur skoti. Men fer avstað sum ein legenda.

Í løtuni sær út til, at eingin skoti verður á liðnum komandi ár.


Keldur:

  • The Athletic,
  • Liverpool FC
  • LFC History
  • Transfermarkt