NSÍ gav B36 fyrsta ósigurin og er fremst

NSÍ vann í kvøld greiðan 3-0 sigur á B36 í oddadystinum hetta umfarið. Hetta var fyrsta tapið hjá B36 í Meistaradeildini í ár.

Undan dystinum høvdu bæði liðini 26 stig, tað sama sum KÍ.

B36 hevði meira spæl tíðliga í dystinum. Men brádliga skoraði NSÍ tvey mál eftir lítlari løtu.

Fyrst fekk Tobias Hestad fótin á eitt innlegg frá Alex Freyr Elisson, og síðan skallaði Michal Przybylski bóltin í málið.

Nakrar minuttir fyri hálvleik fekk Heini Vatnsdal hjá B36 sítt annað gula kort og mátti av vøllinum.

Í seinna hálvleiki sendi Viljormur Davidsen eitt fríspark beinleiðis í málið úr spíðskum vinkli til úrslitið 3-0.

NSÍ er nú fyribils oddalið til KÍ spælir móti Skála í morgin.

Dysturin á dystir.fo

Stigatalvan á dystir.fo