Neistakvinnur høvdu munin á VÍF

Eftir ein sera spennandi enda, eydnaðist kvinnunum hjá Neistanum at vinna 27-26 móti VÍF í høllini á Hálsi í kvøld.

Í fyrra hálvleiki var leingi talan um ein javnan dyst, men móti endanum av fyrra hálvleiki bjargaði málverjin hjá Neistanum, Yui Shibuya, fleiri leysum møguleikum, og tað var var høvuðsorsøkin til, at Neistin fór til hálvleiks framman fyri 14-11.

Tað var ikki so nógv skipað spæl at síggja, og dysturin var eisini merktur av nøkrum heilt løgnum dømingum, sum leikarar og áskoðarar høvdu sera ringt við at skilja nakað sum helst av.

Í seinni hálvleiki kom VÍF skjótt aftur í aftur og javnaði til 14-14, men Neistin helt stand og kom fram um aftur.

Millum annað hevði VÍFsera torført at fylgja við skjótu mótálopunum hjá Neistanum, sum skoraði eina rúgvu av málum upp á aðru bylgju .

Hóast VÍF enn einaferð bardi seg upp á javnt aftur, so hevði Neistin líka sum yvirtakið fyri tað mesta.

Neistin sá út til at vera longri frammi í venjingartilgongdini, og teirra spæl var neyvari og skjótari enn spælið hjá VÍF, har spælið ofta tyktist óneyvt og lítið samanhangandi.

Fyri Neistan skoraði Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 10 mál, og hjá VÍF var Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen toppskjútti við 9 málum.

Dómaraseðilin á hsf.fo