Meistarligi Messi stýrdi Argentina í HM-finaluna

,

Enn einaferð vísti Lionell Messi øllum heiminum, at er meistarin. Ongland førdi 1-0, men fall aftur á vøllin. Tað gav Messi pláss at stýra “show’inum”, og tað gjørdi hann meistarliga. Hann legði upp til eina rúgvu av møguleikum, áðrenn hann legði upp til tað bæði argentinsku málini.


Argentina byrjaði dystin við nøkrum smáum ónollum, og so var tónin lagdur í HM-hálvfinaluni í milllum Argentina og Ongland.

Bæði liðini spældu ágangandi verjuspæl, serliga Argentina, og dómarin hevði úr at gera við at halda dystin koyrandi, tí tað var nógv, sum kundi dømast.

Nakrar veruliga vandamiklar støður vóru ikki fyri steðgin, uttan onkur deyðbóltur

Ongland hevði kanska yvirvág í spæli fyrsta partin av dystinum, Men tað var líka sum ein broyting, tá ið Messi legði seg meira mitt inn á vøllin at stýra spælinum, og álopsliga hæddarpuntkið fyri steðgin mundi vera, tá ið Messi sneiddi framvið og í millum nakrar eingilsmenn mitt á miðjuni, áðrenn hann av trygdarávum varð feldur.

Fyrst í seinna hálvleiki lat spælið seg meira upp. Argentin hevði nakrar góðar álopsstøður, áðrenn Ongland hevði nøkur álop.

So átti Argemtina aftur tørn til nøkur álop. Men í einari kontrastøðu hjá Onglandi, megnaði Argentina ikki at fáa bóltin burtur, og so legði Morgan Rogers bóltin innfyri úr høgru síðu, og har kom Antony Gordon og setti bóltin í málið.

Nú var dysturin til eitt drúgt trýst frá Argentina, meðan Ongland vardi manniliga.

Tað tyktist næstan, sum tað bara var spurningur um tíð, áðrenn Argentina fór at skora, og við einum spælstýrandi Messi komu teir nærri og nærri, og Jordon Pixkford hevði eina framúr bjarging, tá ið Nicolás González skallaði beint framman fyri málið.

Løtu seinni skallaði Alexis Mac Allister á stongina, og trýstið helt fram.

Tað mátti enda galið hjá Onglandi, og ein lítil teljifeilur í verjuni eftir eitt hornaspark, endaði við, at Messi rullaði bóltin til Enzo Fernández, sum sendi eitt langskot í málið, og so var javnt.

Ongland var var farið aftur til fimm mans í verjuni, og Argentina helt fram at trýsta. Mac Allister rakti enn einaferð stongina, men í sama álopi legði Messi, hvør annar, bóltin innfyri við “kalda” høgra beinina, og har skallaði innskiftarin, Lautaro Martínez. bóltin í málið.

Ongland megnaði ikki at svara aftur, og tí verður HM-finalan 2026 millum Argentina og Spania sunnukvøldið klokkan 20.00.

Eingilsmenn mugu bíða minst fýra ár afturat, og tá verða 64 ár, síðan teir vunnu HM seinast.

Síggj hæddarpunkt frá øllum dystunum í HM >>