Málverjin hjá VÍF kvinnum heim til Danmarkar

Danski málverjin hjá VÍF‑kvinnum, Ida Mai Nielsen, fer aftur til danskan hondbólt, eftir tvey kappingarár í Vestmanna.

21 ára gamli málverjin skal spæla fyri SIK Viborg Håndbold í næstbestu donsku deildini. Talan ikki um Viborg HK, har Jana Mittún spælir.

Ida Mai sigur, at hon eftir tvey frálík ár í Føroyum vil heim aftur til Danmarkar.

Ida Mai hevur enn møguleika at enda tíðina í Føroyum sum føroyameistari. VÍF spælir í hesum døgum FM-finalur móti Kyndli, og støðan eftir tríggjar finalur er 2-1 til Kyndil.

Spælt verður best av fimm finalum, og í fjórðu FM-finaluni, sum verður spæld í Vestmanna í kvøld klokkan 19.00, má VÍF sostatt vinna fyri at halda lív í FM-vónini.