Kyndilskvinnur vunnu lættliga og eru steypavinnarar

Faxe Kondi Steypafinala, kvinnur
VÍF – Kyndil 23-26 (9-13)

Kyndilskvinnur vístu í steypafinalunii, at tær í eru nógv besta liðið í føroyskum kvinnuhondbólti í løtuni.

Sæð burtur frá fyrsty minuttunum, so sat Kyndil á restina av dystinum og vunnu 26- 23 móti VÍF, sum ikki formáddi sær tað stóra í hesi finaluni.

Tí er tað væl og virðiliga uppiborið, at Kyndil er steypavinnari hjá kvinnum í 2026.


VÍF førdi 4-2, og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen fekk eina góða byrjan. Men so steðgaði upp hjá VÍF, sum ikki skoraði í tíggju minuttir.

Kyndilsverjan stóð sera væl, og VÍF megnaði ikki at spæla seg til leysar møguleikar, og tá ið kom tær til møguleikar av veinginum, stóð Gylta á Neystabø í málinum fyri,

Kyndilsálopið fleyt hinvegin betri og betri. VÍF ansaði væl eftir Turið Arge Samuelsen, og tað gav pláss til hinar, og málini komu av fleiri plássum. Millum annað gjørdi Bára Krossteig Hansen sær dælt av góða plássinum mitt fyri og sendi nøkur langskot í málið.

VÍF bíðaði ov leingi við at taka leikbrá. Men eftir at hava tosað saman við støðuna 9-4 til Kyndil, eydnaðist VÍF at steðga muninum at økjast.

Serliga verjan hjá VÍF fór at standa betri, men álopsspælið var framvegis stirvið og endaði millum annað við fleiri álopsfeilum.

Restina av fyrra hálvleiki megnaði VÍF at halda muninum um tey fimm málini,men kortini var lítið, sum bendi á, at VÍF fór at megna at koma inn í dystin aftur.

Størsti hvøkkurin hjá Kyndli var, tá ið strikuleikarin, Bjarta Osberg Johansen, mátti av vøllinum við skaða, og ivasamt var, um hon fór at megna at koma aftur á vøllin.

Í steðginum var 13-9 til Kyndil.

Bjarta var á vøllinum aftur eftir steðgin, og hóast VÍF skoraði fyrsta málið, so helt Kyndil seg framman fyri.

Tvær, sum alla tíðina spældu væl hjá Kyndli, vóru tær báður ungu veingirnir, Joan Johannsen og Asta Sofía Hansen. Joan hava vit hoyrt um fyrr, men Asta hevur veruliga tikið av møguleikanum hetta kappingarárið, og í dag hon skoraði trygt nærum hvørja ferð.

Kyndil hevði sum heild lætt við at skora mál, og málverjin hjá VÍF, Ida Mai Nielsen, hevði ikki ein av sínum góðu døgum .Hesa løtuna fyrst í seinna hálvleiki fór nærum hvørt einasta kyndilsskot í málið.

Hóast tað alla tíðina tyktist, sum, at nú fór Kyndil at punktera dystin, so hekk VÍF í eina løtu afturat, og millum annað brendi Ingibjørg Olsen, tá ið hon hevði møguleikan at minka niður í trý mál.

Hóast Kyndil allan tíðina hevði stýr á støðuni, so hevði VÍF sínar møguleikar at koma inn í dystin aftur. Men Gylta stóð bara betri og betri í málinum hjá Kyndli, og hon tók fleiri ferðir skot hjá púra leysum vestmannakvinnum. Serliga á høgra veingi hevði Bjørg á Líknargøtu stórar trupleikar og brendi øll skotini.

Móti endanum av steypafinaluni lat Kyndil fleiri eykaleikarar fáa møguleikan, og VÍF minkaði nakað um málmunin seinastu løtuna. Úrslitið gjørdist 26-23 til Kyndil.

Ein sera uppiborin steypasigur til Kyndil, sum var betri enn VÍF í nærum ællum lutum.

Hjartaliga til lukku Kyndil

Dómaraseðil á hsf.fo