Kyndil er føroyameistari hóast VÍF gav góða mótstøðu

SMS-deildin, 4. FM-finala
VÍF – Kyndil 28-30 (14-17) (Kyndil er føroyameistari 1-3)

Kyndil kom skjótt nøkur mál fram um VÍF í fjórðu FM-finaluni, sum var spæld í høllini í Vestmanna í kvøld.

Hesin munurin skuldi vísa seg at gerast rættiliga avgerandi, tí hóast VÍF fleiri ferðir var um at fáa Kyndil aftur, so helt Kyndil seg framman fyri alla tíðina, og vann dystin 30-28.

Kyndilskvinnur eru harvið føroyameistarar 2026, eftir fýra spennandi FM-finalur.

Hjá kyndli riggaði tað mesta fyrstu løtuna, Serliga í høgru síðu kom Kyndil gjøgnum verjuna hjá VÍF, og á høgra veingi skoraði Joan Johannesen trý mál.

Í hinum endanum stóð Gylta á Neystabøl sera væl í málinum, og hennara bjargingar vóru averandi fyri, at Kyndil fór fram um VÍF.

Hinvegin tók málverjin hjá VÍF, Ida Mai Nielsen, ikki serliga nógv, og tí var tungt hjá VÍF at koma aftur í aftur.

VÍF koma einaferð upp á javnt 12-12, men hetta var ein dystur, har VÍF og serliga Fríða Nolsøe Olsen, gjørdi nógvar feilir í avgerandi løtum. Júst sum VÍF javnaði fekk Fríða eina býtta útvísing, og Kyndil fór fram um aftur. Tað skal tó sigast, at Fríða Nolsøe Olsen saman við Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen var drívmegin í álopsspælinum hjá VÍF.

Hjá Kyndli spældi Turið Arge Samuelsen seg spakuliga inn í dystin, og hon skoraði nøkur týðandi mál seint í fyrra hálvleiki. Annars vóru Kyndilsmálini nøkulunda deild út á leikararnar fyri steðgin.


Í seinna hálvleiki fekk VÍF betri fatur á Kyndli í verjupartinum. Men tað riggaði ikki beinanvegin, og Kyndil økti til fimm mál.

Eftir eitt leikbrá fekk fekk VÍF tó veruliga ferð á. Ungu Amilia Agnarsdóttir og Rakul Borgarlíð gjørdu mun, tá ið tær komu inn, og tað gav eisini VÍF høvið at hvíla lyklaleikararnar nakað.

Munurin minkaði tríggjar ferðir niður í eitt mál, men tað var sum um, hvøjra ferð VÍF ordiliga hevði møguleikan at koma aftur í aftur, so gjørdu tær onkrar feilir. Skot móti tómum máli fóru við síðuna av, leys skot vóru brend og avgerandi bóltar vóru kastaðir burtur.

Hóast Kyndil tyktist hart trýst av verjuni hjá VÍF hesa løtuna, so megnaði Kyndil at halda seg undan. Turið Arge Samuelsen fann stórspælið fram, og í høgru síðu, vísti norski leikarin, Kaja Marita Kristensen, at hon dugir at spæla hondbólt, og skoraði tvey sera týðandi mál.

Tá ið fýra minuttir vóru eftir tyktist alt avgjørt, tá ið Turið setti eitt brotskast í málið til 29-25. Men VÍF gjørdi eina roynd aftuarat, og veruligur spenningur var í, tá ið Fríða ein minutt fyri tið minkaði til 29-28.

VÍF royndi at trýsta Kyndil í seinasta álopinum, men júst, sum tað var um at verða drál og verjan hjá VÍF kom nakað langt fram, smeyg Turið Arge Samuelsen sær út um veingin avgjørdi dystin til úrslitið 30-28.

Kyndil er føroyameistari og greipuvinnari 2026. Hjartaliga til lukku Kyndil.

Dómaraseðilin á hsf.fo