Tvey tey fremstu liðini í bestu kvinnudeildini, H71 og Kyndil spældi í dag seinasta dystin í grundspælinum. Undan dystinum var greitt, at bæði liðini hava spælt seg beinleiðis í hálvfinalurnar.
Fyrri hálvleikur var javnur, og í steðginum var støðan 15-15.
Kyndil kom fram um við trimum málum tíðliga í seinna hálvleiki, men H71 svaraði aftur beinanvegin, og kom upp á javnt 20-20.
Aftur fór Kyndil fram um við trimum málum, men H71 kom aftur í aftur og kom eisini fram um 28-27, tá ið fýra minuttir vóru eftir.
Seinastu minuttirnar leikaði javnt á, og endin var, at dysturin endaði javnt 31-31.
Fyri H71 var Karina Debes Heinesen toppskjútti við 7 málum. Hjá Kyndli skoraði Turið Arge Samuelsen 12 mál.
Kyndil vann grundspælið og fekk steyp fyri tað eftir dystin.

