Europamester.dk skrivar í dag, at danski venjarin hjá hoyvíkskvinnum, Rasmus Poulsen, komandi kappingarár fer til rumenskan hondbólt at venja ungdómin hjá CSM Corona Brasov.
Tað merkir, at kvinnurnar hjá H71 skulu hava nýggjan venjara komandi kappingarár.
Rasmus kom til H71 undan hesum kappingarárinum og hevur umframt at venja kvinnurnar, eisini verið partur av ungdómsvenjaratoyminum í Hoyvík.
Kvinnurnar hjá H71 spæla í dag seinasta dystin í grundspælinum móti oddaliðnum Kyndli. Undan dystinum er greitt, at H71 endar nummar tvey og hevur spælt seg beinleiðis í hálvfinalurnar.
Í fjør gjørdust hoyvíkskvinnur føroyameistarar.

