HB og KÍ skulu spæla steypafinalu hjá kvinnum á Tórsvølli leygardagin 27. september.
HB tapti í dag 0-1 fyri Víkingi í Gundadali. Hanna Isaksen Højgaard skoraði í 34. minutti. Sunniva Willemoes fekk reytt kort eftir ein tíma.
Men HB hevði vunnið fyrru hálvfinaluna 3-0 í Sarpugerði, og vann tí samanlagt 3-1.
Við Djúpumýru í Klaksvík vann KÍ stórsigur 7-0 á Skála ÍF. Tóra Mohr skoraði hattrick, Durita Hummeland tvey og Tórun Joensen ,og Maria Vinjardsdóttir Johansen hvør sítt
KÍ vann eisini fyrru hálvfinaluna 3-1 undir Mýruhjalla, og vann sostatt ein samlaðan 10-1 hálvfinalusigur.
Steypafinalan verður ein endurtøka av finaluni 2022, tá KÍ vann 2-1 á HB.

