KÍ livdi upp leiklutin sumstórfavorittur at vinna finaluna um Løgmanssteypið móti Víkingi.
Víkingur helt stand meginpartin av fyrra hálvleiki. Men fyri steðgin legði Mads Boe Mikkelsen KÍ fram um.
Víkingur royndi at hótta KÍ í seinna hálvleiki, men bert hendinga ferð var bit í.
Í staðin var tað Páll Klettskarð, sum avgjørdi finaluna seint í dystinum.
KÍ hevði bóltin mest frá byrjan, meðan Víkingur lá og bíðaði eftir góðum kontramøguleikum.
Tað eydnaðist eisini Vikingi væl við síni 3-mans miðverju at halda KÍ frá teimum heilt stóru vandamiklu møguleikunum. Tað var bert til nakrar fáar langskotsroyndir, harav Mads Boe Mikkelsen hevði tað frægastu.
Samstundis kom Víkingur eisini í nakrar góðar mótálopsstøður. Einu ferðina mátti Jákup B. Andreasen taka sær eitt gult kort fyri at steðga víkingunum, og einaferð skuldi ein víkingur havt skotið fyrstu ferð, tá ið bólturin varð spældur inn um verjuna hjá KÍ, men bólturin fór í staðin út um baklinjuna.
Tað hendi sum heild ikki tað stóra fyri steðgin. Men fimm minuttir fyri hálvan leik sviku markeringarnar hjá Víkingi fyri fyrstu ferð úti í vinstru síðu, og Daniel Johansen legði ein flatan bóltin inn fyri til Mads Boe Mikkelsen, sum við nærmastu stong setti bóltin í málið.
Í seinna hálvleiki royndi Vikingur at leggja eitt sindur meira fyri, tó uttan at selja út har afturi.
Neyvleikin var tó ikki til staður, og millum høvdu Víkingarnir tað við at sparka bóltin ov langt frá sær í avgerandi støðum.
KÍ hevði tær fyrstu veruligu atsóknirnar í seinna hálvleiki, men verjan kom Víkingi kom fyri nakrar góðar langskotsroyndir.
Brádliga vaknaði dysturin, og gjørdist fyri fyrstu ferð undirhaldandi at hyggja eftir.
Fyrst sendi Víkingur ein góðan bólt inn fyri, sum fór fram við vinum og fíggjundum út við handaru stong, og beint eftir kom ein KÍ-ari í millum, tá ið Víkingur spældi seg inn um verjuna hjá KÍ.
KÍ fekk tó skjótt tamarhald á støðuni og hevði bóltin fyri tað mesta.
Í einari støðu vildi Víkingur hava brotsspark, men floytan var friðarlig.
Víkingur royndi, tá ið einir tíggju minuttir vóru eftir at koma longri fram á vøllin, men KÍ-ararnir duga so mikið væl at spæla bólt, at tað var lætt hjá at spæla seg út úr trýstinum.
KÍ fekk eisini ein rimmar møguleika at økja eftir eitt kontraálop. Árni spældi Filip Brattbakk púra leysan, men Bárður á Reynatrøð bjargaði og helt spenninginum í dystinum.
Seinastu minuttirnar megnaði Víkingur bert hendinga ferð at koma fram móti brotsteiginum hjá KÍ, og í staðin avgjørdi Páll Klettskarð finaluna, tá ið hann var fyrstur á ein retur.
KÍ vann uppiborið steypafinaluna og eru harvið greipuvinnarar fyri fyrstu ferð síðan 1999.

