KÍ fótaði sær og sendi HB út í kreppu

Meistaradeildin menn
HB- KÍ 0-2 (0-2)

Lagið í HB-húsinum var út av lagið eftir dagsins dyst, meðan KÍ-trummurnar trummaðu tiltikna KÍ-sangin í bygdaskýlinum.

KÍ vann greitt 2-0 í Gundadali í dystinum, har tað frammanundan var sagt, at tapandi liðið fór at vera í kreppu.

Nú er HB í kreppa, og tað er ikki bara úrslitið, sum ger, at kreppan rakar menninar hjá HB.

Spælið var ógvuliga tannleyst, og tað var nógv nærri við, at KÍ vann við fleiri málum, enn at HB skuldi seta spenning í dystin aftur.

KÍ var bertri í øllum lutum. Teir vóru kvikari og sterkari í nærdystunum, sum teir vunnu so at siga allar. KÍ hevur eisini nógvar frammúr góðar bóltspælarar, har vit kunnu nevna Hall Hansson, Odmar Færø, Jóannes Kalsø Danielsen og Árna Frederiksberg burtur úr rúgvini.

1-0 málið kom í 19. minutti, tá ið Jóannes Kalsø Danielsen ótarnaður slapp at leggja ein bólt inn fyri úr høgru síðu, og inn fyri málið kom Filip Brattbakk fram um Bartal Wardum og prikaði bóltin í málið.

Beint fyri hálvleik avgjørdi KÍ dystin. Og tað var eftir eitt typiskt HB-álop, har HB á veg í álop, flytir bóltin aftur eftir, og mitt á miðjuni missir estiski áleyparin Erik Sorga bóltin. So fór KÍ í skjótt mótálop, og Brattbakk spældi við neyvari sending Oussama Ali leysan og so var 2-0.

Eina løtu í seinna hálvleiki var fleiri ferðir nær við, at KÍ økti, og álopini vóru ofta bygd upp í høgru síðu, har serliga Jóannes Kalsø Danielsen spældi væl.

Meðan spælið hjá KÍ fleyt væl í dag, so riggaði einki hjá HB. Liðið hevði sera torført við at fáa nakrar samanhangandi sendingar inni á hálvuni hjá KÍ, og so var eisini sera lítið hugflog í álopsspælinum hjá HB.

Tað er eitt sindur merkiligt at síggja, at tá ið HB hevur møguleikan at seta ferð á fram eftir vøllinum, so velja teir alloftast at venda við og spæla bóltin aftur eftir.

Einasti maður, sum í dag megnaði at flyta bóltin fram eftir, var Mathias Voss, tá ið hann í seinna hálvleiki var fluttur aftur á sítt vanliga pláss á høgra bakki, eftir at hann fekk lítið burtur í longri frammi á vøllinum í fyrra hálvleiki.

Annars var nærum øskukalt í álopsspælinum hjá HB, og fyrsti møguleikin hjá HB kom í longdu leiktíðin. Annars sá tað út til, at HB kundi spælt til í morgin uttan at skora.

Tað sær heldur ikki út til, at HB hevur rakt rætt við útlendingunum hetta kappingarárið, og heldur óvæntað byrjaði toppskjúttin, Storm Pettersen, á beinkinum.

KÍ kom við sigrinum upp á 15 stig á øðrum plássinum, tvey stig aftanfyri NSÍ, sum í dag mist stig í 3-3 javnleiki á Skála.

HB er dottið niður á fimta plássið vi 10 stigum.

Dysturin á dystir.fo

Stigatalvan á dystir.fo