Kann gerast torført at fáa atgongumerki til HM-dystirnar hjá Føroyum

Hondbóltssamband Føroyar hevur í dag sent út hesa kunning um atgongumerki til dystirnar hjá Føroyum til HM-endaspælið í Týsklandi í januar 2027, tá ið nógvir føroyinar ætla sær avstað.


Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum til HM-endaspælið hjá monnum

Komandi mikudag, tann 10. juni kl. 16.00, føroyska tíð, verður lutakastið um bólkabýtið til HM-endaspælið hjá monnum. Tá verður eisini greitt, í hvørjum býi Føroyar skulu spæla í og hvørji mótstøðuliðini verða.

Týskland hevur eina øðrvísi ætlan fyri atgongumerkjasøluna í mun til m.a. EM-endaspælið í Oslo. Størsti parturin av atgongumerkinum til HM-endaspælið fóru til sølu longu í desember mánaði, og hevur áhugin verið stórur, sum vanligt er í Týsklandi.

Hetta ger samstundis, at tey londini, ið frammanundan eru koyrd í ávísar bólkar hava ein stóran fyrimun, tá talan er um keyp av atgongumerkjum, tí hesi kunnu longu nú tryggja sær atgongumerki. Hetta merkir ítøkiliga, at í fleiri av bólkunum er størsti parturin av atgongumerkjunum longu seld, meðan tað í einstøkum bólkum er heilt útselt, t.d. í bólkunum hjá Týsklandi og Danmark.

Almenna sølan av atgongumerkjum fer fram á www.handball2027.com og heldur fram har eftir lutakastið. Tískil er umráðandi hjá føroysku áskoðarunum at fylgja við í lutakastinum mikudagin, og so skjótt tað er greitt hvørjum bólki Føroyar skulu spæla í, so at kanna sær møguleikan fyri at keypa atgongumerki. Í ávísum bólkum ber til at keypa bólkaatgongumerki, tvs. til allar dystirnar í bólkinum, meðan í ávísum bólkum er bert møguleiki at keypa dagsatgongumerki.

Bert fá hundrað atgongumerki eru løgd av til hvørt av teimum luttakandi londunum. Alt eftir hvørjum londum Føroyar verður bólkað saman við, kann talan gerast um millum nøkur fá hundrað til túsund atgongumerki. Nærri kunning um møguleikan hjá HSF fáa fleiri atgongumerki kemur eftir lutakasti.

Í mun til EM-endaspælið, har tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki, koma trý av fýra liðum víðari til millumumfarið í HM-endaspælinum. Tað er sostatt eisini ein møguleiki hjá áskoðarum, at keypa sær atgongumerki til millumumfarið, hetta um áskoðarar meta at Føroyar hava møguleikan at røkka tí eins og kvinnurnar gjørdu í fjør. Liðið sum verður nummar 4 í innleiðandi bólkaspælinum, skal spæla sonevnda Presidents Cup um plássini 25 til 32.

HSF fer sjálvsagt at gera alt fyri at tryggja føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt, men hevur lutakstið nógv at siga í so máta, hetta bæði í mun til innleiðandi bólkaspælið og somuleiðis eitt møguligt millumumfar.

Lutakastið verður mikudagin 10. juni kl. 16.00 í München og kann stroymast her: https://www.youtube.com/live/zqBi9PxA7k4

Drigið verður í 8 bólkar, har eitt lið longu er ásett:

München, bólkur A: Rað 1, Týskland

Stuttgart, bólkur B: Rað 2, Italia

München, bólkur C: Rað 1, Kroatia

Stuttgart, bólkur D: Rað 2, Frakland

Kiel, bólkur E: Rað 1, Svøríki

Magdeburg, bólkur F: Rað 1, Portugal

Kiel, bólkur G: Rað 1, Danmark

Magdeburg, bólkur H: Rað 1, Ísland

Hesi eftirverandi lond verða drigin í teir 8 bólkarnar:

Pottur 1: Egyptaland, Argenting

Pottur 2: Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Føroyar, Norðurmakedonia

Pottur 3: Grikkaland, Pólland, Brasil, Bahrein, Tunesia, Kap Verde, Kina, USA

Pottur 4: Katar, Kuveit, Japan, Algeria, Angola, Uruguei, Wild card 1, Wild card 2