
Sera góða gongdin hjá okkara fremsta langteinarennara, Juliani Gregersen, heldur fram.
Hósdagin rann hann 5 kilometrar í DM‑vikuni í Herning, har hitabylgjan merkti kappingina og gjørdi, at renningin varð sera taktisk.
Treysti.fo skrivar, at fyrstu tríggir kilometrarnir vórðu runnir upp á 9 minuttir, og síðani setti Julian ferðina upp og rann síðsta kilometurin upp á 2.40 minuttir.
Hann endaði á fjórða plássi við 14:33, sum er ein betran av føroyska metinum við 19 sekundum.
Í gjár rann hann 10.000 metrar á breyt. Eingin vildi taka leiðsluna, og fyrstu 6 kilometrarnir vóru varliga.
Tá 800 metrar vóru eftir, setti Julian endaspurtin inn við einum 62‑sekunda umfari og vann DM‑gullið góð trý sekund frammanfyri næstfremsta. Tíðin var 32:37.
Ragnar Rasmussen og Neli Heldarskarð komu á mál ávíkavist á 4. og 5. plássi.
Á myndini ovast: Neli Heldarskarð, Julian Gregersen og Ragnar Rasmussen (Mynd: Rune Clausen)
