Jana Mittún og Viborg tóku í dag eitt stórt stig móti fjórðingsfinalunum í EHF European Cup, tá ið tær vunnu 34-28 móti CSM Corona Brasov á útivølli í Rumenia.
Fyrri hálvleikur var heilt javnur, og liðini fóru til steðgin við 17-17.
Eftir steðgin fekk Viborg yvirvág og dróg frá móti endanum.
Jana Mittún skoraði trý mál og stýrdi álopsspælinum hjá Viborg næstan allan dystin. Hon hvíldi seg ofta, tá ið Viborg vardi.
Tvey tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma í fjórðingsfinalurnar. Viborg er nummar tvey í bólki D við 6 stigum og eru trý stig framman fyri Brasov á triðja plássi, nú tveir dystir eru eftir í bólkaspælinum. So tað sær veruliga gott út hjá Viborg.

