Jana í Viborg til 2028

Føroyski landsliðsleikarin, Jana Mittún, heldur fram at spæla hondbólt við Viborg í bestu donsku deildini fram til 2028.

21 ára gamla hoyvíksgentan kom til Viborg í 2023-24 og hevur síðan staðið seg alsamt betri í donsku deildini.

Viborg er í løtuni nummar fýra, og Jana hevur skotið 40 mál í níggju dystum.