Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA fer í næstu viku at taka støðu til, um Ísrael skal úthýsast úr evropeiskum kappingum.
Orsøkin er ST-frágreiðingin, sum sigur, at Ísrael fremur fólkamorð í Gaza.
The Times skrivar, at ein stórur meiriluti av stýrinum í UEFA skal vera fyri at útihýsa Ísrael.
Serfrøðingar í ST hava heitt á bæði UEFA og FIFA um atútihýsa Ísrael. Teir vísa á, at Russland varð útihýst eftir innrásina í Ukraina í 2022.
UEFA kann tó ikki sjálvt útihýsa Ísrael frá HM-kappingini, men ein meiriluti í UEFA kann leggja stórt trýst á FIFA, sum skipar fyri HM.
FIFA hevur ábyrgd av disiplinerreglum í HM, og ein møgulig útihýsing kann tí seta FIFA í ein trupula støðu.
Forsetin í FIFA, Gianni Infantino, hevur tætt samband við amerikanska forsetan Donald Trump, og The Times skrivar, at Hvítu Húsið fer at vera sera ónøgt, um Ísrael verður útihýst undan HM í USA, Kanada og Meksiko næsta ár.
Ein talsmaður fyri Trump sigur við Sky News, at tey fara at arbeiða uttan íhald fyri at steðga øllum royndum at útihýsa Ísrael”.

