Tað verður íslendingurin, Sigurður Ragnar Eyjólfsson, eisini kallaður Siggi Raggi, sum skal royna at taka NSÍ seinasta stigi fram móti fyrsta meistaraheitinum síðan 2007.
NSÍ boðar í kvøld frá, at Siggi Raggi skal venja felagið komandi kappingarár.
NSÍ legði nógv fyri áðrenn farna kappingar, tá ið teir millum annað heintaðu Brand Olsen heim til føroyskan fótbólt. Nú satsa teir upp aftur meira, og millum annað er Viljormur Davidsen komin heim til NSÍ.
Tí er lítið at ivast í, at ætlanin er, at Siggi Raggi skal vinna meistaraheitið við NSÍ.
Siggi hevur verið høvuðsvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum í sjey ár, og fekk liðið við til tvær EM endakappingar.
Hann hevur roynt seg í Noregi sum hjálparvenjari hjá Lillestrøm IK, og í Kina, har hann bæði stóð á odda fyri Jiangsu Suning og kinesiska kvinnulandsliðnum.
Seinastu árini, frá 2020 til 2023, var hann høvuðsvenjari hjá Keflavík IF í bestu íslendsku mansdeildini.

