Hondbóltskvinnurnar taptu fyri Íslandi í seinasta fyrireikingardystinum

Vinardystur kvinnur í høllini við Tjarnir
Føroyar – Ísland 25-28 (11-13)

Føroya taptu seinasta dystin áðrenn HM-endaspælið, sum byrjar í næstu viku, móti Íslandi í høllini við Tjarnir í kvøld.

Ísland hevði munin meginpartin av dystinum og vann 28-25.

Nú gleða vit okkum til fyrstu føroysku luttøkuna í einum HM-endaspæli í einum liðítrótti.

Tað verður rættiliga spennandi, um tað fer at eydnast at koma víðari í millumspælið, tí møguleikin skuldi so avgjørt verið til staðar.


Tað komu ikki nógv mál fyrstu minuttirnar, tí at liðini bæði brendu nógvar møguleikar og málkvinnurnar stóðu væl.

Serliga brendu okkara kvinnur nógvar góðar møguleikar, og fleiri av skotunum vóru eisini vánalig og fóru beint í krovið á málverjanum. 4-1 stóð til Ísland, tá ið tíggju minuttir vóru spældir. Ein trupulleiki hjá Føroyum var, at Ísland skoraði nøkur mál upp á fyrstu bylgju í skjótálopunum.

Sum fyrri hálvleikur leið fingu Føroyar kortini hol á høgu íslendsku málkvinnuna, og serliga lá væl fyri hjá Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Mariu Pálsdóttir Nólsoy. Mitt fyri vísti Jana Mittún síni frálíku evnir sum spældeilara, og hon átti avgerandi sendingarnar í nógvum álopum.

Rakul Wardum stóð eisini framhaldandi væl í málinum, og eisini kom Annika Fríheim Petersen inn til sín fyrsta landsdyst eftir barnsburð og bjargaði einum brotskasti.

Føroyar komu skjótt upp á javnt og so fylgdust liðini fram móti hálvleiki, tá ið Ísland dróg tvey mál frá til hálvleiksstøðuna 13-11.

Føroyar fingu álopið at koyra væl í seinna parti av fyrra hálvleiki og skoraðu eisini betri enn fyrst í dystinum.

Tó var tað framhaldandi ein trupulleiki, at vestmannagenturnar, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Rannvá Olsen, brendu ov nógv skot á veingjunum. Serliga hevði Rannvá trupult við at skora og brendi øll síni skot. Eisini brendi Pernille Brandenburg einasta brotskastið hjá Føroyum, men hon skoraði upp á returin.


Fyrst í seinna hálvleiki økti Ísland munin.

Karin Egholm og Anna Eliasabeth Weyhe komu inn á veingirnar. Men Anna Elisabeth brendi tvey tey fyrstu skotini, og systurin Maria Weyhe brendi eitt brotskast, sum málverjin loftaði, tá ið hon royndi at lobba.

Munurin á londunum helt sær í fleiri minuttir á umleið fýra málum, áðrenn Føroyar nærkaðust eitt sindur aftur. Súna Hansen skoraði tvey mál av vinstra bakki, Anna Elisabeth fekk hol á av veinginum, og okkara verja steðgaði teirra álopi betri enn áður í dystinum.

Føroyar komu tó ikki nærri enn tvey mál, og millum annað gjørdu vit álopsfeil í yvirtali sjey móti fimm. Eftir eina løtu var Ísland aftur fýra mál frammanfyri, og tað vóru bara fimm minuttir eftir.

Føroyar gjørdu tó eitt sprell afturat. Hervør Niclasen fangaði ein leysan bólt og skoraði av vinstra veingi, og Karin Egholm fór av høgra veingi inn millum vong og bakk, og so var 25-27.

Nærri komu Føroyar ikki . Ísland skoraði upp á síni álop, meðan vit mistu ein bólt, og Hervør brendi av vinstra veingi. Endin varð, at Ísland vann dystin 28-25.

Dysturin var sjálvandi merktur av, at talan var um ein vinardyst, og tí var ikki so nógv ferð á, og genturnar løgdu ikki alt í nærdystirnar.

Hjá Føroyum vóru kendu trupulleikarnir at skora av veingunum og upp á brotskast framvegis til staðar, og fáa vit ikki loyst teir trupulleikarnar, so kann tað koma at kosta fleiri stig.

Ósigurin í dag ger ikki tað stóra, og nú ræður um at vera væl fyri til tann fyrsta dystin í HM-endaspælinum móti Svartfjallalandi komandi mikudag klokkan 19.30 føroyska tíð.

Góðan eydnu í Trier


Vinardystur kvinnur í høllini við Tjarnir
Føroyar – Ísland 25-28 (11-13)

Føroyar:

Pernille Brandenborg
Elsa Egholm
Marianna Geirsdóttir Eystberg 1
Vár Bentsdóttir Zachariasen
Marita Mortensen
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen
Súna Krossteig Hansen 3
Silja Arngrímsdóttir Muller
Lív Bentsdóttir Zachariasen
Pernille Brandenburg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Lív Svenbjørnsdóttir Poulsen 4
Karin Egholm 2
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2
Maria Halsdóttir Weyhe
Jana Mittún 4

Rakul Wardum (má)
Annika Fríðheim Petersen (má)