Nú eru allar undankappingar til HM-endaspælið í manshondbólti av, og tí er greitt, hvørji 30 av 32 londum skulu spæla um HM í Týsklandi í januar 2027.
Londini eru nú deild í fýra styrkisbólkar, har eitt land í hvørjum styrkisbólki fer í hvønn HM-bólk.
Føroyar eru í styrkisbólki 2, og kunnu ikki møta nøkrum av hinum londunum í hesum styrkisbólki. Talan er millum annað um sterk lond sum Frakland og Noreg.
Úr styrkisbólki 1 kunnu vit møta sterkum londum sum Danmark, Týsklandi, Kroatia og Svøríki. Vit kunnu eisini verða heppin og møta Argentina, sum er veikasta landið í styrkisbólki 1.
Í styrkisbólki 3 er Pólland helst tað sterkasta landið, sum vit kunnu møta, meðan Brasil eisini hevur eitt gott landslið. Eisini vísti Grikkaland styrki við at vinna á Niðurlondum í røkkstøkk-dystunum. Hini londini verða vanliga mett at vera veikari enn Føroyar.
Í styrkisbólki 4 eiga Føroyar at vera sterkari enn øll londini. Men tað er eitt lítið “men”, tí har mangla tvey londum, sum koma við upp á eitt sonevnt wildcard.
Wildcard verður latið tveimum londum, sum altjóða hondbóltssamgongan heldur skulu við til HM.
Ungarn, Niðurlond, Eysturríki og Sveis er millum evropeisku londini, sum ikki hava spælt seg til HM. Tvey av hesum londum kunnu sostatt gerast tvey sera sterk lond í styrkisbólki 4, sum Føroyar helst ikki skal møta.
Lutakastið verður 10. juni 2026. Tá fáa vit at vita, hvørji lond verða í bólki saman við Føroyum í HM-endaspælinum í manshondbólti í Týsklandi í januar 2027.
Styrkisbólkarnir til HM 2027
| Styrkisbólkur 1 | Styrkisbólkur 2 | Styrkisbólkur 3 | Styrkisbólkur 4 |
|---|---|---|---|
| Danmark | Frakland | Grikkaland | Katar |
| Týskland | Slovenia | Pólland | Kuveit |
| Kroatia | Noreg | Brasil | Japan |
| Ísland | Serbia | Barein | Algeria |
| Portugal | Spania | Tunisia | Angola |
| Svøríki | Italia | Grønhøvdaoyggjarnar | Uruguai |
| Egyptaland | Føroyar | Kili | Wildcard |
| Argentina | Norðurmakedonia | USA | Wildcard |
