Tríggir leikarar spældu í kvøld sín fyrsta landsdyst fyri manslandsliðið í hondbólti, tá ið Føroyar taptu 30-29 móti Niðurlondum í Golden League í Noreg.
23 ára gamli Pauli Høj, sum er uppvaksin í Neistanum, men nú spælir í Noreg, kom inn í fyrra hálvleiki, og hann náddi eisini at skora eitt mál, áðrenn hann fór út aftur.
Ársins leikari í føroysku kappingini í fjør, 20 ára gamli Høgni Heinason, kom eisini inn í fyrra hálvleiki og var við at fáa ferð á spælið, sum hevði gingið heldur trekt.
Í seinna hálvleiki kom nýggjasta stjørnuskotið í føroyskum hondbólti, 18 ára gamli Pauli Rasmussen úr StÍF, á vøllin eina løtu,
