Løgmanssteypið, fyrra hálvfinala
HB – Víkingur 2-1 (0-0)
Eftir ein góðan seinna hálvleik vann HB sær ein lítlan fyrimun undan seinnu hálvlfinaluni í steypakappingini um Løgmanssteypið móti Víkingi í góðveðrinum í Gundadali í dag.
Fyrri hálvleikur var sera vánaligur. Hvørki liðið fekk nakað at rigga, og hvørki liðið legði nakað fyri at koma í álopsstøður. Yvirhøvir høvdu liðini torført við at fáa nakrar samanhangandi sendingar.
Einasta lítli glottin í fyrra hálvleiki, var blaðungi Aron Benjaminsen hjá Víkingi, sum av og á bjóðaði av við sínum avbjóðandi spælistíli. Tað var eisini hann, sum hevði tað einastasta, sum kann kallast ein møguleiki fyri steðgin, tá ið hann rakk inn úr vinstru síðu og kom leysur, tá ið hann hegnisliga trekti fram við einum HB-leikara og sendi eitt skot móti málinum hjá Bjarta Mørk. Sanniliga ein leikari, sum ger tað vert at hyggja eftir fótbólti.
Í seinna hálvleiki sá beinanvegin út til, at HB royndi at fáa meira bit í álopsspælið. Tað gav eisini úrslit beinanvegin, tá ið Dan í Soylu kom til innlegg frá baklinjuni høgrumegin, og inni fyri málið skallaði Eivind Mouritsen bóltin í málið.
Dysturin dovnaði skjótt aftur. Víkingur hevði bóltin nakað meira nú, men tað var framvegis merkiliga ltíð bit í álopsspælinum hjá teimum ljósabláu.
Undantakið var enn Aron Benjaminsen, og tá ið ein tími var spældur, var tað eisini hann, sum vann eitt hornaspark,
Hornasparkið varð sent yvir móti handaru stong, og eitt sindur óvæntað dømdi dómarin brotsspark og gult kort til Mathias Voss. Endurtøkurnar vísti, at brotssparki kundi dømast, tí Voss hevði armin uppi í andlitinum hjá Jákup Johansen.
Brotssparkið sendi Sølvi Vatnhamar beint á Bjarta Mørt, sum ikki flutti seg og bjargaði.
Linjudómarin veitraði tó alt fyri eitt, at brotssparkið skuldi taka um aftur, hóast endurtøkurnar vístu, at Bjarti neyvan fór av strikuni og heldur ikki vístu at nakar fór inn í brotsteigin, áðrenn brotssparkið var tikið.
Nú skoraði Sølvi trygt, men samstundis østu ivasomu dømingarnar HB-leikarar og viðhaldsfólkini so mikið, at HB veruliga vaknaði fyri fyrstu ferð í nógvar dystir.
HB legði nú meira fyri í álopsspælnum enn higartil í ár. Serliga Voss vaknaði. Hann var fluttur fram á høgra vong, meðan ungi Jógvan í Lon kom inn og spældi væl á høgra bakki.
Eisini Dan í Soylu spældi seg upp, og spældi uttan iva sín besta hálvleik hetta kappingarárið. Tað var eisini hann, sum tríggjar minuttir fyri tíð sendi hornaspark inn í á høvdið á Áka Johansen, sum skallaði bóltin málið til úrslitið 2-1. HB helt fast teir fimm minuttirnar, sum dómarin legði afturat.
Víkingarnar vóru hendan dystin sjáldasama tamir. Vit eru seinastu mongu árini vorðin vón við, at Víkingur gevur alt í hvørjum einasta nærdysti og renna allan dystin á tamb.
Hesin eyðkendi stríðsviljan var als ikki til staðar í dag. Men tað ger kanska ikki tað stóra, tí tað er ein hálvfinala eftir, og tá skuldi tað verið møguligt hjá Víkingum heima í Sarpugerði at vent samlaða úrslitinum til sigurs.
Seinna hálvfinalan verður spæld 25. juni í Sarpugerði.
