Tveir dystir vórðu leiktir í Burn Mansdeildini í dag.
Í Klaksvík vann Neistin greitt 30-22 á Team Klaksvík. Í steðginum vóru neistamenn á odda 15-10.
Tað gekk javnt á fyrst partin av dystinum, men seinastu løtuna fyri steðgin dróg Neistin frá, og spenningur kom ikki í dystin aftur
Jens Pauli Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Team Klaksvík við átta málum. Gilli Reginsson skoraði fimm mál fyri Neistan.
Í Havn vunnu føroyameistararnir Kyndil stórsigur 34-23 á VÍF. Í steðginum var støðan 17-13 til Kyndil.
Spenningurin helt sær meginpartin av fyrra hálvleiki. So fór Kyndil frá, og vann stórsigur.
Ovi Lützen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. Filip Jojic skoraði somuleiðis sjey mál fyri VÍF.
Í gjár vann H71 32-27 á StÍF á Skála.

