
Kongo tók Ongland á bóli tíðliga í sekstandapartsfinaluni í HM í kvøld.
Tað vóru bara sjey minuttir farnir, tá ið Brian Cipenga smekkaði bóltin framvið Pickford og legði DR Kongo óvæntað fram um.
Onglendingar vóru skelkaðir og høvdu trupult við at fáa rútmu í spælið.
Eftir steðgin royndu teir at trýsta meira, men Mpasi í kongolesiska málinum hevði fleiri góðar bjargingar.
Men júst tá ið tað sá svartast úr, vísti Harry Kane ábyrgd.
Fyrst skallaði hann bóltin í máið , tá ið eitt korter var eftir. Málverjin hevði hendurnar á bóltinum og átti helst at havt bjargað, men inn fór bólturin.
Tíggju minuttir seinni avgjørdi Kane dystin við einum framúr góðum máli. Í einum trekki setti hann fýra verjuleikarar av í einum, og so hamraði hann bóltin í málið uttan nakran sum helst møguleika hjá málverjanum at bjarga.
Harry Kane vísti harvið, hví tað er so gott at hava eina heimsstjørnu á liðnum. Uttan hann var Ongland ikki komið víðari.
Í áttandapartsfinaluni 5. juli møtir Ongland vertstjóðini Meksiko á tí víðagitna Azteca-leikvøllinum í Meksikobýi.
