Hákun hevur nú skotið næstflest mál fyri landsliðið

Hákun West av Teigum skoraði 15 mál í teimum báðum vinardystunum, sum manslandsliðið í hondbólti spældi móti Italia um vikuskiftið.

Harvið hevur Hákun sambært Handballstatz skotið 206 mál í 37 landsdystum. Tað merkir, at hann er farin eitt mál fram um Heina Hanusarsson upp á annað pláss á tíðarinnar málskjúttaralista á landsliðnum.

Nú er bara Hanus Joensen, pápi Heina Hanusarsson, framman fyri Hákun á málsjúttaralistanum. Hanus skoraði frá 1971 til 1986 238 mál í 54 landsdystum.

Hákun manglar sostatt 33 mál fyri at fara fram um Hanus. Vil ordiliga væl til so kann tað longu henda í EM-endaspælinum nú í januar.

Les eisini: Fara til Oslo við einum sigri í skjáttuni