H71 vann á Eiði

Kvinnurnar hjá H71 vunnu sum væntað 29-24 móti EB á Eiði í kvøld.

EB fylgdi væl við í fyrra hálvleiki. Nadja Pejovic, sum er komin úr Kyndli í summar, hamraði fleiri langskot í málið. Tað sama gjørdi Sanja Pajic, og á strikuni spældi Sigrid Eidesgaard ein góðan dyst. Eisini stóð Jovana Stranjanac, sum eisini kom úr Kyndli í summar, væl í málinum.

Beint fyri hálvleik kom H71 nøkur mál fram um, og í steðginum var 15-12 til gestirnar. Í seinna hálvleiki øktist munurin, og orkan hjá EB gekk undan. Einu løtuna var H71 frammanfyri við átta málum. Endin var, at H71 vann 29-24.

Hjá H71 vóru málini væl deild. Sum altíð, hevur H71 nógv nýtt ungt fólk at seta við, og í kvøld var tað Fjóla Skaalum Vilhelm, sum á vinstra bakki vísti, at hon dugir at spæla hondbólt. Eisini stóð Anita Dahl ein góðan dyst í málinum.

Dómaraseðilin á hsf.fo