H71 tveitti sigurin burtur og VÍF tók av

Burndeildin menn, 1. hálvfinala
VÍF- H71 33-33 (16-18) (eftir longda leiktíð 41-38)

So er hondbóltskappingin veruliga vaknað eftir langan vetrardvala við alt og nógvum týdningarleysum dystum.

Nú telja dystirnir, og tað sást í høllini í Vestmanna í gjár, tá ið VÍF eftir longda leiktíð á tvær ferðir fimm minuttir vann 42-38 móti steypavinnarunum og favorittunum úr H71.

Vestmenningar vóru eisini ovurfegnir eftir stríðssigurin móti H71, tí H71 smitaði sigurin burtur í seinasta minutti í vanligari leiktíð.

Dysturin var kanska ikki tann best spældi tekniskt, tí bæði liðini gjørdu nógvar villur. Men annars hevði dysturin tað mesta. Ágangandi álopsspæl og verjuspæl, nógvar útvísingar, reyð kort, brend brotskøst, konrtoversiellar dømingar og livandi áskoðarar.

Tað leikaði javnt á meginpartin av dystinum. Hjá H71 skoraði tann yngsti beiggin á Skipagøtu, 16 ára gamli Boas, tvey mál beinanvegin, og hann helt støði allan dystin. Hvørja ferð verjan ikki kom fram í hann, høgdi á standandi skot í málið. Tá ið avtornaði hevði hann skorað 14 ferðir. Ei undur í , at tað ljóðar, at hann er á veg av landinum at spæla komandi kappingarár.

Eisini Brian Slyne var drúgvur í dag við sínum sera ágangandi spæli, og verjan hjá VÍF hevði so stórar trupulleikar av honum, at Áki Egilsnes mátti av vølli eftir tríggjar útvísingar týðliga í seinna hálvleiki.

VÍF kom eisini beinanvegin fyri seg og vísti, at teir hava eina ávísa breidd í hópinum, sum helst eisini er neyðug, um teir skulu framvið H71 og koma í finalurnar.

Royndu tungskjúttarnir Filip Jojic og heimafturvendi Áki Egilsnes eru bulurin í bakketuni saman við Fríða í Innistovu og Tróndi Johnson. Og tá ið ástóð móti endanum traðkaðu eisini aðrir ungir menn í karakter og tordu at taka av sínum møguleika.

Besti maður hjá VÍF í gjár var kortini Djóni Bárðarson Nielsen, sum allan dystin á tamb spældi nærum uttan lýti á strikuni, og serliga eftir, at Áki Egilsnes fekk reytt kort hevði stóran og avgerandi leiklut í verjuni, har hann helt Brian Slyne í skákmát, og tað er ikki nøkur løtt uppgáva.

Eina løtu í fyrra hálvleiki hevði VÍF hug at drag frá, men nakrar útvísingar og nógvir tekniskir feilir í undirtalsstøðu og tómum máli kostaðu dýrt. Í steðginum hevði H71 ein lítlan fyrimun og var frammanfyri 18-16.

Fyrst í seinna hálvleiki átti H71 túrin at gera tekniskar villur, og VÍF skoraði fimm tey fyrsta málini.

Tað gjørdist tó talan um ein javnan seinna hálvleik. Men tá ið Áki Egilsnes fekk reytt kort tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, misti VÍF stevið eina løtu, og H71 fór fram um við tveimum málum.

Hóast VÍF fótaði sær skjótt, og ungir leikarar sum millum annað Óla Jákup Gaard Olsen, vístu at teir eisini duga at spæla hondbólt, so helt H71 tó stand, og tá ið Jón Rói Høgnesen skoraði til 33-31, tyktist alt avgjørt. Tað sýntist eisini ov seint, tá ið Filip Jojic minkaði til 33-32 og 37 sekund vóru eftir.

H71 fór í seinasta álop, og tók leikbrá við 27 sekundum eftir. VÍF vóru hálvavegna noydir fram at verja í undirtali, og ólukkutíð fyri H71, eydnaðist Filip Jojic at stjala bóltin og púra leysur javnaði hann til 33-33, og so var longd leiktíð í Vestmanna.

Fyrri hálvleikur í longdu leiktíðini var javnur. Men hóast VÍF fekk enn eitt reytt kort, tá ið avloysarin hjá Áka Egislsen á høgra bakki, Óla Jákup Gaard Olsen, fekk beinleiðis reytt, so hevði VÍF munin seinastu fimm minuttirnar.

Ógvuliga hóskandi, var tað Djóni Bárðarson Nielsen, sum krýndi eitt frálíkt persónligt avrik og skoraði seinasta málið í dystinum til 41-38.

Ovfarakati í høllini í áður so stoltu hondbóltsbygdini Vestmanna, nú teirra menn tóku fyrsta stikkið í hálvfinaluni.

Men hóast VÍF ikki hevur tapt fyri H71 hetta kappingarárið, so mugu steypavinnararnir og eisini nógv tað besta liðið í vetur, H71, framvegis metast sum favorittar at koma víðari. Hugsast kann eisini, at verjurisin, Peter Krogh, verður við aftur til aðru hálvfinaluna leygardagin klokkan 17.00 í Hoyvíkshøllini, og tað kann vísa seg at gera stóran mun.

Dómaraseðil á hsf.fo