H71 rann Kyndil um koll og er føroyameistari

Kyndil megnaði als ikki at standa móti H71-maskinuni í triðju FM-finaluni hjá monnum í Hoyvíkshøllini í kvøld.

H71 snøgt sagt trumlaði Kyndil niður frá fyrsta bríksli, og tað var ein fragd at síggja framúrskarandi hondbóltsspælið hjá øllum teimum framúrskarandi hondbóltsleikarunum úr hondbóltsháborgini í Hoyvík.

H71 buldraði beinanvegin avstað við fullari ferð.Ungi úrmælingurin Boas á Skipagøtu gekk undan, men málini komu úr øllum ættum, og verjan hjá Kyndli fekk ikki fatur á einum einasta álopi hjá hoyvíkingum.

12-6 stóð á máltalvuni, tá ið ellivu minuttir vóru spældir, og tá valdi Kyndil alt ov seint at taka leikbrá.

Tað hjálpti eitt sindur hjá Kyndil at tosa um tingini, tí bløðingin steðgaði, og løtuna aftaná fótaði Kyndil sær í dystinum.

Risin í verjuni hjá H71, Peter Krogh, fekk sína aðru útvísing og varð hareftir spardur í verjupartinum. Tað gjørdi mun, og Kyndil bardi seg niður á fýra mál og hevði eina lítla løtu eitt slag av momentum.

Kyndil hevði eisini fýra álopsmøguleikar at minkað niður í trý mál. Men teir tóku ikki av og tveittu millum annað bóltin burtur tvær ferðir.

So var í veruleikanum eingin vegur aftur hjá Kyndli, og H71 førdi 22-16 í steðginum.


Og var nakar sum helst ivi, so ruddaði H71 allan iva burtur beinanvegin í seinna hálvleiki. Fýra mál upp á fýra minuttir, meðan Kyndil ikki skoraði, og so vóru tíggju mál á muni.

Hoyvíkingar framførdu eina ordiliga hondbóltsframsýning í Hoyvíkshøllini, meðan Kyndil ikki var á sama støði, sum tá ið teir gjrørdust føroyameistarar í fjør.

H71 vildi tað meira, spældu skjótari, vóru neyvari, vunnu allar teir leysu bóltarnar og vístu betri hondbóltsspæl.

Tað er ótrúligt, hvussu nógvir evnaríkur hondbóltsleikarar koma úr Føroya størstu bygd. Ár undan ári trína nýggir úrmælingar inn á vøllin, og hini liðini megna ikki at fylgja við, hóast teir allarbestu hoyvíkingarnar allir spæla í útlendskum hondbólti.

Boas á Skipagøtu er 17 ára gamal longu so mikið góður hondbóltsleikari, at spurningurin um hann ikki kundi styrkt hondbóltslandsliðið, nú stóribeiggin, Elias, verður við móti Bosnia-Hersigovina.

Elias var í høllini í kvøld og sá lítlabeiggjan skjóta mál av alskyns slagi, gjøgnumbrot, standandi langskot, hoppiskot, umframt fríspælingar á høgum stigi. Harafturat hevur Boas eitt, sum Elias ikki hevur, Hann spælir ikki við so stórari riskiko, og ger tí ógvuliga fáar feilir. Jú, yngsti beiggin á Skipagøtu gekk undan í kvøld, og Kyndil visti ikki síni livandi ráð, hvussu teir skuldu steðga honum. Hann gjørdi, sum honum lysti.

Aðrir evnaríkir leikarar, sum heilt skjótt kunnu banka upp á landsliðið, eru millum aðrar Brian Slyne, Høgni Heinason, Jákup Egholm, Sakaris Sakarisson og málverjin Micah Wardum Ragnarsson.

Á málmansplássinum hevur H71 eisini nakað so sjáldsamt sum tríggjar heilt góðar málverjar, og tað er ein ógvuliga stór styrki, tí málmenn avgera ofta hondbóltsdystir. Í kvøld høvdu allir tríggir, Tóraldur Kollsker, Torstein Sivertsen og Micah Wardum Ragnarsson sínar góðu løtur.

Síðstu løtuna av dystinum komu eykaleikarar inn á báðum liðum, og tað kundi millum annað undra, at ungi Kyndilsleikarin, Gabriel Nolsø Petersen, ikki spældi ein størri leiklut í dystinum. Ein frálíkur lovandi leikari.

Hjá hoyvíkingum var eisini stuttligt at síggja langabbason Tonglatummas, William Naopleon Djurhuus, sveima inn á høgra veingi og hamra bóltarnar í málið.

42-34 stóð á máltalvuni, tá ið dysturin var av. Hoyvíkingar vunnu eitt tað mest uppiborna føroyameistarheitið seinnu árini. Teir eru eisini greipuvinnar.

Hjartaliga til lukku H71.

Dómaraseðilin á hsf.fo