
Burndeildin, fjórðingsfinala
VÍF – Neistin 28-25 (13-11) (VÍF víðari)
Menninir hjá VÍF eru í hálvfinaluni í landskappingini, eftir at teir vunnu á Neistanum
Fyrri hálvleikur var javnur. Men tá ið í VÍF fekk verjuna upp á pláss beint fyri hálveiki, og innskifti málverjin Brandur Silvurdal eisini tók fleiri góð skot, so fór VÍF til hálvleiks frammanfyri 13-11.
Í seinna hálvleiki var VÍF betri og vann 28-25. Teir skulu nú spæla hálvfinalu móti H71.
VÍF royndi at spæla skjótt, viðhvørt ov skjótt, so at teir als ikki bygdu álopini upp frá grundini, men fóru inn í verjuna at berjast. Neistaverjan stóð eisini so mikið væl, at vestmenningar máttu skjóta langskot, og ofta vóru bæði paradur og málverjin, Mikkjal Hansen, fyri.
Hjá Neistanum eydnaðist hinvegin sera væl at senda langskotini í málið og serliga hjá Nikolai Bliznov, sum fekk merkiligan góðan frið frá verjuni hjá VÍF at høgga bóltin í málið.
Í seinna hálvleiki var VÍF frammanfyri alla tíðina. Verjan helt fram at standa væl, og Brandur Silvurstein tók alt sum hann skuldi í málinum. Í álopinum er stuttligt at síggja roynda Áka Egilsnes, sum spældi ógvuliga klókt, og skoraði fleiri týðandi mál, millum annað tvær ferðir í tómt mál.
Eisini spældi Fríði í Innistovu væl á spælskiparaplássinum, og dugdi væl at fáa ferð á spælið. Hann megnaði í dag eisini at skora fleiri mál, nakað sum ofta hevur manglað eitt sindur á repetuarinum hjá honum.
VÍF kom fram um við fýra málum týðliga í seinna hálvleiki. Men Neistin svaraði aftur, og kom skjótt niður á eitt mál. VÍF fór tó avgerandi fram um beint eftir at eitt korter var spælt, og so var eingin vegur aftur hjá neistamonnum.
VÍF vann ein uppibornan sigur, og skal í hálvfinaluni spæla móti H71, sum hevur verið nógv besta liðið hendan veturin. Hinvegin so hevur H71 ikki vunnið móti VÍF, sum hevur vunnið tveir við einum máli og spælt ein javnan móti hoyvíkingum.
