Dreymurin hjá Geza Turi og Grimsby um at spæla uppflytingarfinalu á Wembley brast eftir longda leiktíð í seinna avgerandi dystinum móti Salford.
Grimsby vann sjálvan dystin í kvøld 2-1, eftir at hava verið aftanfyri. Harvið var samlaða úrslitið 3-3, og longd leiktíð mátti til at avgera, hvør slapp at spæla á Wembley.
Geza spæli í ein góðan tíma og var skiftur út, tá ið Grimsby var aftanfyri 1-0.
Í longdu leiktíðini skoraði Salford tríggjar minuttir fyri tíð, og harvið verður tað liðið hjá fyrrverandi Manchester United-leikarunum, David Beckham og Gary Neville, sum skal spæla finalu móti Notts County um at flyta upp í triðbestu deildina
