Føroyar móti Kasakstan, Slovakia og Moldova í Nations League

Føroyska manslandsliðið í fótbólti kom í UEFA Nations Leagur bólk C3 saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova, tá ið lutkastið var í Brússel seint seinnapartin.

Hetta má metast at vera ein heldur trupul og lítið áhugaverdur bólkur, har landsliðið eisini skal ferðast langt til útidystirnar.

Dystirnir verða spældir í septembur, oktobur og novembur.

Bólkur A1

  • Frakland
  • Italia
  • Belgia
  • Turkaland

Bólkur A2

  • Týskland
  • Niðurlond
  • Serbia
  • Grikkaland

Bólkur A3

  • Spania
  • Kroatia
  • Ongland
  • Kekkia

Bólkur A4

  • Portugal
  • Danmark
  • Noreg
  • Wales

Bólkur B1

  • Skotland
  • Sveis
  • Slovenia
  • Norðurmakedónia

Bólkur B2

  • Ungarn
  • Ukraina
  • Georgia
  • Norðurírland

Bólkur B3

  • Ísrael
  • Eysturríki
  • Írland
  • Kosovo

Bólkur B4

  • Pólland
  • Bosnia og Hersegovina
  • Rumenia
  • Svøríki

Bólkur C1

  • Albania
  • Finnland
  • Hvítarussland
  • San Marino

Bólkur C2

  • Montenegro
  • Armenia
  • Kýpros
  • Lettland ella Gibraltar

Bólkur C3

  • Kasakstan
  • Slovakia
  • Føroyar
  • Moldova

Bólkur C4

  • Ísland
  • Bulgaria
  • Estland
  • Luksemborg ella Malta

Bólkur D1

  • Gibraltar ella Lettland
  • Malta ella Luksemborg
  • Andorra

Bólkur D2

  • Litava
  • Aserbajdsjan
  • Liktenstein