Føroysku hondbóltsmenninir komu í bólk 4 saman við Ungarn, Montenegro og Kosovo í undankappingina til EM 2028.
Føroyar hava ongantíð spælt móti Ungarn, sum gjørdist nummar 10 í seinasta EM‑endaspæli.
Móti Montenegro hava Føroyar spælt tríggjar ferði, javnleikur 24‑24 á útivølli, tap 24‑21 heima, og síðan tann stóri 37‑24 sigurin í Oslo í 2026.
Móti Kosovo hava Føroyar vunnið allar fimm dystirnar, seinast 32‑21 heima og 25‑23 úti í EM-undankappingini.
Fyrsti dystur hjá Føroyum verður á heimavølli móti Kosovo mikudagin 4. november.
EM‑endaspælið í 2028 verður leikt í Lissabon, Valencia, Madrid og Zürich. 24 lond luttaka, og fýra eru longu klár: Danmark, sum verandi evropeiskur meistari, umframt vertirnir Spania, Portugal og Sveis.
Nummar eitt og tvey í hvøjrum bólki koma beinleiðis til endaspælið og fýra teir bestu tríararnir.
EM- Undanbólkarnir:
Bólkur 1: Kroatia, Niðurlond, Litava, Finnland
Bólkur 2: Noreg, Eysturríki, Georgia, Turkaland
Bólkur 3: Ísland, Serbia, Ukraina, Estland
Bólkur 4: Ungarn, Føroyar, Montenegro, Kosovo
Bólkur 5: Slovenia, Kekkia, Bosnia-Hersegovina, Ísrael
Bólkur 6: Frakland, Pólland, Rumenia, Lettland
Bólkur 7: Týskland, Italia, Belgia, Slovakia
Bólkur 8: Svøríki, Norðurmakedonia, Grikkaland, Luksemborg

