
HM-endaspæl, bólkur D , SWT Arena í Trier í Týsklandi
Føroyar- Paraguai 36-25 (16-13)
Føroysku hondbóltskvinnurnar livdu upp til leiklutin sum greiðir favorittar móti Paraguai og vunnu heili 36-25 í seinasta dystinum í bólki D.
Tað gekk eitt sindur trupult fyri steðgin, og dysturin var als ikki avgjørdur, tá ið liðini fóru at hvíla seg í 15 minuttir.
Tað byrjaði annars sera væl, og Føroyar komu skjótt fram um. Millum annað skoraði Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen fýra av fimm teimum fyrstu málunum.
So kom ein løtu, har okkara kvinnur skjótt fullu í kenda leiklutin, har nógv skot vóru brend, og tí vóru einans trý mál á muni í steðginum, 16-13 til Føroyar.
Í seinna hálvleiki komu Føroyar skjótt fram um við so mikið nógvum málum, at venjarin, Claus Mogensen, valdi at geva Janu Mittún og Pernille Brandenburg hvílitíð á beinkinum.
Tað gav øðrum møguleikan og serliga Maria Pálsdóttir Nólsoy vísti, at hon er klár at taka leiðsluna í álopsspælinum, um Jana Mittún má út á beinkin eina løtu.
Sum hálvleikurin leið gjørdist leiðslan so greið, at allir leikarar fingu møguleika at vísa seg fram. Anna Elisabeth Weyhe skoraði fimm mál upp á fimm møguleikar av vinstra veingi og Marianna Eystberg, sum er við aftur á landsliðnum, eftir nøkur ár uttanfyri, skoraði bæði við brotskøstum og í opnum spæli.
Eisini kom Vár Zachariasen inn í miðverjuna at verja saman við tvíburðasystrini, Lív, og tað var sjálvandi tvífalt so gott sum annars.
Sigurin varð at enda so greiður sum 31-26, og Føroyar eru komnar víðari í millumspælið í HM við tveimum stigum í skjáttuni.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Spania 31-26 á Svartfjallalandi, og tað úrslitið ger, at Føroyar endaðu nummar trý í bólki D.
Øll trý londini hava 2 stig hvør við sær í millumbólk 2, har vit skulu spæla móti Týsklandi, Serbia og Íslandi. Týskland hevur4 stig við sær, Serbia 2 og Ísland einki. Tað merkir, at tað skuldi verið ein realistiskur møguleiki hjá Føroyum at komið heilt í fjórðingsfinalunar.
So hetta verður ógvuliga spennandi.
HM-endaspæl, bólkur D , SWT Arena í Trier í Týsklandi
Føroyar- Paraguai 36-25 (16-13)
Føroyar
- Maria Nólsoy 6/7 86%
- Anna Elisabeth Weyhe 5/5 100%
- Marianna Eystberg 4/5 80%
- Súna Hansen 4/5 80%
- Liv Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4/6 67%
- Pernille Brandenborg 3/5 60%
- Jana Mittún 2/4 50%
- Rannvá Olsen 2/5 40%
- Elsa Egholm 1/3 33%
- Karin Egholm 2/2 100%
- Marita Mortensen 2/3 67%
- Bjarta Johansen 1/1 100%
- Lív Zachariasen
- Vár Zachariasen
- Annika Fríðheim Petersen (má) 4/14 29%
- Rakul Wardum (má) 8/22 36%
Stigatalva – HM- Bólkur D
| D | V | J | T | + | – | +/- | Stig | |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| Spania | 3 | 2 | 0 | 1 | 82 | 70 | +12 | 4 |
| Svartfjallaland | 3 | 2 | 0 | 1 | 92 | 83 | +9 | 4 |
| Føroyar | 3 | 2 | 0 | 1 | 90 | 82 | +8 | 4 |
| Paraguai | 3 | 0 | 0 | 3 | 67 | 96 | -29 | 0 |
