Endaliga greitt: Kvinnurnar skulu spæla EM í desembur

Hondbóltsføroyar gleða seg til desembur, tí tá skal okkara kvinnulandslið í hondbólti spæla EM-endaspæl.

Tað gjørdist endaliga greitt, tá ið Montenegro vann í kvøld vann 34-26 móti Portugal í EM-undanbólki 4.

Úrslitið ger, at Føroyar ikki kunnu enda verri enn nummar tvey í bólkinum. Tað gevur beinleiðis at gongd til EM-endspælið, sum verður spælti í Kekkia, Póllandi, Rumenia, Slovakia og Turkalandi í desembur í ár.

Sunnudagin spæla Føroyar seinasta EM-undandystin móti fremsta landinum í bólkinum, Montenegro, á útivølli.

Føroyar skulu vinna við minst sjey málum fyri at taka fyrsta plássið frá Montenegro.

Hetta er triðja endaspælið á rað, sum røsku hondbóltskvinnurnar skulu spæla.