Elias á Skipagøtu var heilt stóri spælarin, tá ið Kiel í kvøld vann 28-26 móti Hamburg í týsku Bundesliguni.
Serliga í fyrra hálvleiki skaraði Elias framúr og skoraði 8 mál. Hálvleikstøðan var 16-14 til Kiel
Í seinna hálvleiki hevði Hamburg nógv betri tak á Elias og Kiel, og tá ið sjey minuttir vóru eftir førdi Hamburg 25-23.
Seinastu fýra málini í dystinum skoraði Kiel, sum sostatt hevur vunnið allar tríggjar dystirnar í Bundesliguni higartil.
Elias endaði við at skora 11 mál, og harafturat fekk hann tvær útvísingar.
Bóltsnildi hoyvíkingurin hevur veruliga fóta sær í Kiel higartil hetta kappingarárið og hevur skotið 23 mál í trimum dystum í Bundesliguni.

