Tveir av føroysku spælarunum í týsku Bundesliguni, Hákun West av Teigum úr Füchse Berlin og Elias Ellefsen á Skipagøtu úr Kiel spældu móti hvørjum øðrum í Berlin í dag.
Füchse við Hákun á høgra veingi byrjaði betri og Füchse hevði eina góða leiðslu meginpartin av dystinum. Í hálvleikinum var Füchse frammanfyri 16-14.
Füchse byrjaði eisini betri eftir steðgin og førdi við fimm málum, tá ið eitt korter var spælt.
So tók Elias yvir og eftir fáum minuttum javnaði Kiel til 27-27, og seinastu tíggju minuttirnir gjørdust sera spennandi. Dysturin var ikki avgjørdur fyrr enn í seinasta minuttinum, og endin var, at Füchse Berlin vann 32-29.
Føroyingarnir báðir spældu meginpartin av dystinum. Elias, sum hevði tað trupult at byrja við, spældi seg veruliga upp í seinna hálvleiki og skoraði heili 12 mál. Hákun West av Teigum skoraði 5 mál.

